Fiskivinna
Leygardagin var móttøka á Toftum í samband við, at nýggja línuskipið, Jógvan Norði, sum brøðurnir, Hákun og Jógvan Jacobsen hava keypt úr Grønlandi, kom á Toftir eftir, at skipið seinastu vikurnar hevur ligið í Runavík, har maskinverkstaðurin, Mekanik, hevur framt ymiskar broytingar umborð.
Størri og rúmligari
Nógv fólk var samankomið til móttøkuna og hátíðarløtuna, har borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen, heilsaði skipi og manning og ynskti góða eydnu.
Hornatónleikur og sangur settu eisini sín dám á løtuna.
Eftir sjálva móttøkuna, har umboð fyri eigararnar eisini høvdu orðið, varð boðið umborð at síggja skipið, sum er bæði rúmligari og størri at síggja til enn gamla skipið, sum sakk undan manningini fyri stívliga tveimum árum síðan, tá ið teir vóru til fiskiskap einar 10 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum.
Nýggja skipið, sum er keypt úr Grønlandi og áður hevði navnið, Isak L, lá saman við einum øðrum grønlendskum skipi á Vestmanna , áðrenn Hákun og Jógvan keyptu tað. Grønlendingar hildu, at møguleikarnir fyri at selja skipini vóru størri, um tey lógu í Føroyum.
Avstað í vikuni
Í Grønlandi hevur Isak L verið á línu-og garnaveiði, men nú er garnaútgerðin riggað av, og línuspæl, stokkar og splittarar til egningarmaskinuna eru sett upp í staðin.
Aðrar broytingar eru eisini framdar umborð, nú skipið at kalla er klárt at loysa.
Manningin, sum verður við Jógvani Norði, verður at kalla hin sama, sum var við gamla skipinum, og í gjár og í dag var ætlanin at rigga til og gera klárt at loysa.
Gongst sum ætlað, loysir nýggi línubáturin í dag ella í morgin.
Umborð verða 14 mans, og skipari verður annar av eigarunum, Hákun Jacobsen, meðan bróðurin og hin eigarin, Jógvan Jacobsen, verður maskinmaður.
Tað var pápi Hákun og Jógvan, Mathias Jacobsen, sum í sínari tíð bygdi Jógvan Norði fyri meira enn 40 árum síðan.