Klaksvík: Løgreglan í Klaksvík hevur havt úr at gera hesa vikuna.
Tað var óvanliga ófriðarligt í býnum týsnáttina og mikukvøldið, og nógv mál um herverk, stuldur og eldáseting skulu uppklárast.
? Vit hava havt úr at gera alla hesa vikuna, og kanningarnar av málunum halda fram, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík.
Raseraðu býin
Týsnáttina raseraðu ein ella fleiri persónar býin. Teir stolu ein bil, sum teir koyrdu skilaleyst við, rendu á tríggjar parkeraðar bilar og endaðu við at renna bilin inn í ein garð Undir Klakki.
Somu nátt varð eldur varð settur á ein vørubil, sum stóð parkeraður við Klaksvíksvegin, og eldurin var so umfatandi, at vandi var fyri at hann skuldi festa í ein handilsbygning. Harafturat varð herverk varð framt í einum privathúsum, og umborð á Ternuni var ein VHF'ur stolin.
Rokna við at uppklára málið
? Vit hava góð spor at ganga eftir í málunum, og vit halda, at tað eru somu fólkini, sum hava framt øll lógarbrotini. Vit vita ikki enn, hvussu nógvir persónar hava verið blandaðir upp í, men talan er eftir øllum at døma um ungfólk, sum gjørt alt hetta, sigur vaktahavandi.
Løgreglan hevur gjørt nógvar kanningar og avhoyringar í málinum, men fyrrapartin hósdagin var eingin skuldsettur fyri lógarbrotini.
Heiligvágur og bilstuldur
Mikukvøldið varð heiligvágur stolin í einari medisinkistu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og her er løgreglan komin longur við uppkláringini.
Tríggir persónar eru handtiknir í málinum, og ein teirra er eisini tikin í sambandi við, at ein stolin bilur rendi út av millum báðar Borðoyartunlarnar mikukvøldið.
Handtiknu persónarnir høvdu heiligvág uppi ár sær, og tað mesta av heiligváginum er komið afturíaftur.
Talan var um at handtaka ein fjórða persón í hesum málinum, men fleiri handtøkur enn tær tríggjar vóru ikki gjørdar fyrrapartin hósdagin.