Hava fingið samstarv yvirum undisjóvartunnilin

Kommunurnar í Vágum, vestmenningar og kvívíkingar hava gjørt avtalu um eina felags barnavernd

Barnavernd

Tað er nú greitt, at allar kommunurnar í vesturøkinum í Føroyum koma at samstarva um eina felags barnavernd.
Tað gjørdust greitt fríggjadagin, tá ið allar kommunurnar í Vágum og Vestmanna- og Kvívíkar Kommuna skrivaðu undir eina avtalu um at samstarva um eina felags barnaverndartænastu. Í Vágum eru tríggjar kommunur: Sørvágur, Miðvágur og Sandavágur.
Sostatt verða allar Vágar og vestursíðan á Streymoy í einum felags barnaverndarøki.
Umsitingin hjá hesi barnaverndartænastuni verður í Sandavági og í tí sambandi skulu hálvtannað fólk arbeiða. Aðrastaðni í Sosialinum í dag er lýsing, har støkt verður eftir starvsfólki, einum leiðara og einum starvsfólki í hálva tíð.
Annars verður ein limur frá hvørjari kommunu í sjálvari barnaverndini og sostatt verða fimm limir í nýggju barnaverndini.

Ein stórur fyrimunur
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at tað búgva fast í 5000 fólk í hesum barnaverndarøkinum.
 At vit hava fingið so gott samstarv, ger fer at minka munandi um vandan fyri at limirnir í barnaverndini koma í gegnistrupulleikar, tí limurin úr einari kommunu kann altíð taka seg aftur um mál koma til viðgerðar, sum eru ov nær.
 Men ikki minst er tað ein stórur fyrimunur fyri tað fakliga støði hjá barnaverndartænastuni, tí talan verður ikki um eitt einsamalt starvsfólk og tað ein styrki.
Tað verða stór krøv sett til leiðarin, sum verður hann, ið kemur at hava dagligu leiðsluna av barnaverndartænastuni. Tí skal hann hava hóskandi útbúgving og hann skal hava hollan kunnleika til sosiala øki, til kommunal viðurskifti og til fyrisitingarrætt.
Starvsfólkið kann hava eina útbúgving á sosiala økinum.
 Hesi bæði fólkini koma so at manna umisitingina hjá barnaverndini. Leikluturin hjá limunum í barnaverndini verður so at viðgera tey ymsu málini og at taka avgerðir. Umsitingin skal fyrireika tey mál, sum barnaverndin skal viðgerða og hon skal eisini seta avgerðina hjá barnaverndini í verk, sigur Rósa Samuelsen.