Tað var ikki sørt, at nógva umtalan av óalmennu FM-kappingini hevði vakt eitt sindur av áhuga fyri kappingini. Tiltakið fór fram í teimum báðum fimleikahallunum í Kommunuskúlanum í Havn. Hitað var upp í aðrari høllini, meðan sjálv kappingin fór fram í hinari.
Góð undirtøka
Tað vóru heilt nógv fólk, bæði róðrarfólk og onnur, sum leygardagin valdu at leggja leiðina framvið Kommunuskúlanum fyri at fylgja eitt sindur við í kappingini. Allan dagin vóru nógvir áskoðarar, tað skerst ikki burtur, at tað serliga ein maður, ið fólk bíðaðu spent eftir at síggja "í aktion". Tað var lambamaðurin Jón Rosenblad, sum seinasta mánaðin hevur vunnið Jútska meistaraheitið í júst innandurða rógving, og eisini vunnið sær eitt fimtapláss í kappingini um almenna danska meistaraheitið.
Jón var eisini í einum flokki fyri seg, og hann vann greitt sín bólk í tungvekt hjá monnum á 2000 metrum, og Jón vann eisini blandaða bólkin á 500 metrum. Í blandaða bólkinum var nýtt sonevnt handicap alt eftir aldur, kyn og annað.
Luttakararnir til kappingina vóru eisini nógvir í tali, og teir komu úr øllum landinum. Ikki færri enn 84 rógvarar luttóku, og tað var væl meira, enn hvat fyrireikararnir høvdu roknað við.
Tvær ferðir Katrin
Hjá kvinnunum vóru tað tvær gamlar Jarnbardakvinnur, sum vunnu teir báðar bólkarnar. Ikki óvæntað vann høvuðsfyriskiparin av kappingini, Katrin Olsen, lættvektsbólkin hjá kvinnunum. Katrin rør nógv í Danmark, og hon hevur eisini umboð Danmark til heimsmeistarakapping.
Tungvektsbólkin hjá kvinnunum vann Katrin Rubek Nielsen, sum í nógv ár róði við Jarnbardi í einum av mongu sigurstíðarskeiðunum hjá bátinum.
Kappingin leygardagin var stak væleydað, og tað er einki at ivast í, at róðrarfólkið fegið vil hava slíka kapping á hvørjum ári, og at talan gerst um eitt alment føroyameistaraskap. Undirtøkan og áhugin annars leygardagin hava óivað eisini gjørt sítt til, at fyrireikararnir helst fara at umhugsa at skipa fyri eini slíkari kapping aftur næsta ár.