ein nýggj arbeiðsbyrða, er løgd á skúlan og á lærararnar. Bæði tá talan er um at halda hesa dýru tøkni við líka, so hon virkar, men eisini, tá talan er um at nýta tøknina á besta, pedagogiska hátt. Framskygdir [...] verið smáligir at lata pengar til menningina á hesum øki. Hetta sæst best aftur á hesum økjum: · Allir lærarar í føroyska fólkaskúlanum hava um stutta tíð verið á skeiði í eina viku innan teldutøkni og te [...] gleðiligt, at vit her á landi eru framskygd og skjótfør at sýna vilja til at menna økið soleiðis, at føroyski fólkaskúlin sum heild er heldur fremri enn nógvir skúlar í grannalondum okkara á KT-økinum. Hesum
ongin rættiligur rokdagur verið norðan fyri í ár, letur Chris Jan at. Men mánadagin kom nakað væl upp á land tilsamans, sigur hann. Onkur bátur fekk upp í eitt tons tann dagin. Annars sigur hann seg skilja [...] stendur upp og niður. Tá Sosialurin tosaði við hann beint fyri deadline í gjár, lógu allir bátarnir á Eiði. Veðrið var heldur ólagaligt, og harður streymur er eisini. Chris Jan Michelsen sigur, at hann [...] hjá teimum eystaru bátunum, sum hjá teimum, sum ganga út av Eiðisflógva. Suðringarnir ætla at verða á Eiði til páskar. Tað velst sjálvandi um fiskiskapin. Chris Jan Michelsen sigur, at í fjør fóru teir
skip til upphøggingar. Millum annað keypti hann fleiri hvalabátar og farmaskipið ?Barjama? sum fór á land út fyri Kirkjubø í 1952. Tey flestu skipini blivu løgd við bryggju og fyri ein part avmonterað, síðan [...] jarnbreytaskinnarar. Keypur skip til upphøggingar Gunnar Hansen var dani, føddur 23. oktober 1914 í Holeby á Falster. Hann var útbúgvin bilsmiðjur og kom til Føroyar í 1948 sum bókasølumaður. Hann sá beinanvegin [...] bygdi nýggju Esso servicustøðina í Gundadali, høvdu hann og Gunnar Hansen samstarv um tænastuveitingar á verkstaðnum hjá Sigird av Reyni niðri í Rættará. Tá Frits Jensen fekk aðalumboð uppá Fiat bilarnar,
ella fýra árum. Danski forsætisráðharrin legði dent á, at stjórnin vónar, at føroyingar verða í ríkisfelagskapinum, soleiðis at vit hava tríggjar partar á jøvnum føti: Danmark, Føroyar og Grønland. Men eg [...] bara vera púra greitt, at skal eitt sjálvstøðugt land føra ábyrgdarfullan búskaparpolitikk, so nyttar ikki við stuðli úr øðrum londum. Tað má viðkomandi land megna sjálvt. Og tað merkir aftur, at Føroyar [...] (Keypmannahavn) Danska stjórnin er ikki vikað ein tumma síðani fyrireikandi rumbulfundin herfyri. Á fólkatingsins røðarapalli í gjár sló danski forsætisráðharrin rimmar fast, at velja føroyingar fullveldið
fullsett donsk kirkja endurljóðaði av føroyskum sálmasangi, tá hann er upp á tað besta. Meðan seinasti sálmurin, »Tú alfagra land mítt«, varð sungin, stóðu fólk og hildu hvør um annan, meðan tárini runnu [...] Danmark, Bergur Jacobsen, prædikaði. Sonja á Argjaboða, sum var høvuðsfyrireikari fyri tiltakinum, var deknur, og føroyski organisturin, Gudmund Mortensen, leikti á urguna. Allir sálmarnir, sum sungnir vórðu [...] og setti sín dám á guðstænastuna. Væl komnir føroyingar Almenna móttøkan, føroyingarnir fingu í Odder, var hjartalig. Borgarstjórin, formaðurin í mentanarnevndini og formaðurin í Norrøna Felagnum í býnum
parti av hesum so forvitnisliga landi, ið andar av mentan og søgu. Fjølmiðlafólk á ferð Tá føroysk fjølmiðlafólk herfyri vóru á rundferð í Miðalhavinum gekk leiðin eisini til Italia. Og har setti ferðaleiðarin [...] kemur heimlongsul á hana. Men tað heldur hon vera ein heilt náttúrligan part av lívinum, tá man er fluttur heimanífrá. - Eg haldi tað er rætt og gott at leingjast eftir heimlandinum av og á. Anna Maria er [...] Føroyar og leggja leiðina til eitt heilt fremmant land at búgva. Tað skuldi eisini vísa seg at verða torførari, enn hon hevði hugsað sær. Hon var jú heilt á berum, tá hon ikki dugdi málið. Tað gingu so hálvt
frá netsilikeskimounum. Teir vandu regluliga í kynstrinum, at byggja igloo og teir vandu á hundasledu. Og júst á hesum økinum kundu teir læra nógv at netsilikeskimounum. Helmer Hansen, Roald?sa trúgvi [...] løgd á sletuna, omaná tað, teir høvdu við sær og so hildu teir leiðina norðureftir. Skjótt gekk, og Amundsen skrivar í dagbókini, at teir høvdu ilt við at fylgja við hundunum, sjálvt um teir stóðu á skíð [...] yvir brøgd. Amundsen hugsar ikki um hvør skal lesa, tá hann skrivar. Royndirnar vinna á trupulleikunum. Amundsen er á hesi ferð við at leggja grundarsteinum undir hansara lívsverk. Tað er í Kanada, at hann
Harafturat leggur dómsnevndin dent á, at virkið hevur verið við til at fíggjað ein part av alivinnuni og eisini tryggjað, at størsti parturin av alivinnuni enn er á føroyskum hondum. Virkið og nærumhvørvið [...] væl hjá Havsbrún, so gongur eisini væl í Fuglafirði. Tað er ikki bara fiskanøgdin, sum kemur upp á land í Fuglafirði, sum hevur stóran týdning, tí eisini tað, sum fylgir við, at skipini koma at landa, [...] Eitt av tiltøkunum á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin var, tá ársins virkið var kosið. Vinnuhúsið hevði sett eina dómsnevnd at finna egnað evni til heitið og í henni sótu umboð fyri fíggi
flokkinum fáa størri ávirkan á politikkin. ? Tá limir frá virkna baklandinum eru í floksstjórnini, gevur hetta góðan íblástur frá baklandinum og inn í politikkin, vísir Høgni Hoydal á. Neyðugt nú Høgni Hoydal [...] er so langt, at fólkaatkvøðan er komin undir land. Eisini heldur Høgni Hoydal, at bygnaðarbroytingin fer at styrkja flokkin til eitt komandi val. Hann vísir á, at nýggi bygnaðurin fer at gera tað lættari [...] Hoydal. Formaður Tjóðveldisfloksins metir seg ikki at hava tikið á seg ov nógvar uppgávur, nú hann eisini er vorðin formaður floksins. Hann vísir á, at tað í formanssessinum ræður um at býta uppgávurnar út.
tílíkt. Blaðmaðurin á Expressen vísir á tann fíggjarliga og strategiska týdning, ið Føroyar og Grønland hava fyri Danmark, tá ið danska stjórnin samráðist við NATO ella EU. Eisini vísir hann á hernaðarvirksemið [...] svenskum fjølmiðlum á ein heilt annan hátt enn áður. Og tað er ikki bara rósandi orð, ið svenskir journalistar hava at bera brøðrafólkinum fyri sunnan. Eitt nú hevur tað loypt kvøkk á svensk tíðindafólk [...] donskum bløðum í seinastuni eru beinleiðis racistisk og kundu ómøguliga komið á prent, hevði hetta snúð seg um eitt annað land ella ein etniskan bólk við aðrari trúgv ella húðarliti", slær Lars Klint fast