Mikkjal Mikkelsen
Teldan er komin inn í gerandisdag okkara fyri at verða. Í dag finna vit neyvan arbeiðspláss í samfelagnum, har teldan ikki hevur ein leiklut - og ofta ein sera týðandi leiklut. Nærum annað hvørt heim í Føroyum hevur teldu og er knýtt í alnótina, og ger hetta, at verðin er vorðin væl minni eftir bert fáum árum, tí tú kanst heimanífrá ferðast um allan knøttin upp á stutta løtu.
Nattúrligur partur
Teldan, og við henni onnur kunningartøkni, er eisini komin inn um skúlagátt. Kunningartøknin er komin fyri at verða. Nýggja fólkaskúlalógin, sum partvís er farin at virka, ásetur, at kunningartøknin gerst ein náttúrligur partur í undirvísingini hjá teim yngru og eldru næmingunum í fólkaskúlanum. Hetta er skilagott, tí fólkaskúlin eigur at fylgja við í samfelagsmenningini og eisini at nøkta tann náttúrliga tørv, sum arbeiðslív næminganna krevur. Kunningartøknin gevur næmingum í fólkaskúlanum eitt sera hent og neyðugt amboð at leita sær kunning og at samskifta við. Vit lærarar í fólkaskúlanum gleðast um henda fjølbroytta og nýggja undirvísingarmiðil, sum gevur okkum møguleika at skipa undirvísingina øðrvísi, meiri hugaliga og spennandi. Sum tíðin líður fer kunningartøknin at broyta og betra undirvísingina í føroyska fólkaskúlanum.
Nýggj arbeiðsbyrða
Kunningartøknin er nýggj tøkni innan skúlagátt. Tí ber til at siga, at ein nýggjur møguleiki, men sanniliga eisini ein nýggj arbeiðsbyrða, er løgd á skúlan og á lærararnar. Bæði tá talan er um at halda hesa dýru tøkni við líka, so hon virkar, men eisini, tá talan er um at nýta tøknina á besta, pedagogiska hátt.
Framskygdir og skjótførir
Tað er gleðiligt, at bæði lands- og kommunalu myndugleikar okkara hava sæð teir møguleikar og tann stóra týdning kunningartøknin hevur í undirvísingar- og samfelagshøpi - og hava ikki verið smáligir at lata pengar til menningina á hesum øki. Hetta sæst best aftur á hesum økjum:
· Allir lærarar í føroyska fólkaskúlanum hava um stutta tíð verið á skeiði í eina viku innan teldutøkni og telduútbúnað.
· Allir fólkaskúlar fáa eftir nærri reglum fitt ískoyti frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til keyp av teldum og telduútbúnaði.
· 22 lærarar eru í løtuni á skeiði og útbúgva seg til KT-vørðar og skulu røkja telduútbúnað og fylgja telddupolitikki skúlans upp.
Talan er um rættiliga stórar peningaupphæddir, sum tað almenna brúkar inna KT-økini í skúlunum - og tað er gleðiligt, at vit her á landi eru framskygd og skjótfør at sýna vilja til at menna økið soleiðis, at føroyski fólkaskúlin sum heild er heldur fremri enn nógvir skúlar í grannalondum okkara á KT-økinum. Hesum kunnu vit vera stolt av, og vit fáa uttan iva ágóðan av hesi íløgu, tá ið næmingar fólkaskúlans byrja arbeiðslívið eftir lokna skúlagongd.
KT-telduvørðar
Enn er tó ein sera týdningarmikil partur eftir at fáa upp á pláss!
Telduútbúnaður skúlans skal røkjast og mennast, og hetta skulu teir KT-telduvørðar, ið eru undir útbúgving í løtuni, taka sær av. Skúlar við netskipan og nógvum teldum, fleiri túsund brúkararum krevur væl av tíð til viðlíkahald og menning. Í teim samráðingum, sum í løtuni fara fram millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, skal ásetast, hvussu stór játtanin skal verða til at røkja KT-økið í føroyska fólkaskúlanum.
Tað hevði verið spell, um tann annars positivi politiski andin misti flogið nú, og slepti teim góðu ætlanunum innan KT-økið upp á fjall, so at týdningarmikil virði fara fyri bakka.










