John Johannessen
Gamli, tvístreingaði leiðslubygnaður Tjóðveldisfloksins gjørdi, at ov lítið samskifti var millum tingmanningina og baklandið. Tí var neyðugt at broyta leiðslubygnaðin.
Nýggi formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, sigur, at leiðslubygnaðurin varð broyttur fyri at sleppa undan hesum, og fyri at lata baklandið í flokkinum fáa størri ávirkan á politikkin.
? Tá limir frá virkna baklandinum eru í floksstjórnini, gevur hetta góðan íblástur frá baklandinum og inn í politikkin, vísir Høgni Hoydal á.
Neyðugt nú
Høgni Hoydal er ikki samdur við teimum, ið siga, at leiðslubygnaðaurin varð broyttur ov knappliga. Hann vísir á, at tað var neyðugt at gera broytingarnar nú, flokkurin og Føroyar hava ógvuliga umráðandi mál at taka støðu til.
Nýggi formaður Tjóðveldisfloksins sigur tað vera ógvuliga umráðandi at fáa flokkin at virka framúr val, áðrenn farið verður til fólkaatkvøðu um fullveldismálið. Tí er neyðugt at fáa skipað flokkin væl og virðiliga nú, og ikki tá komið er so langt, at fólkaatkvøðan er komin undir land.
Eisini heldur Høgni Hoydal, at bygnaðarbroytingin fer at styrkja flokkin til eitt komandi val. Hann vísir á, at nýggi bygnaðurin fer at gera tað lættari at samskipa flokkin, og tí eigur hann at koma at virka væl av hesum.
Standa í skotlinjuni
Høgni Hoydal ásannar, at broytingin av leiðslubygnaðinum í flokkinum og aðrir trupulleikar, Tjóðveldisflokkurin seinastu tíðina hevur havt at dragast við, er frálíkt høvi hjá mótstøðufólki at finnast at flokkinum.
Ikki minst heldur Høgni Hoydal læraraverkfallið vera eitt gott høvi at finnast at honum og flokkinum. Men hann vísir samstunis á, at tey ikki hava grein í sínum máli.
? Sjálvsagt kann eg ikki halda fram sum landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, men so leingi eg eri tað, leggi eg fulla orku í starvið, sigur Høgni Hoydal.
Formaður Tjóðveldisfloksins metir seg ikki at hava tikið á seg ov nógvar uppgávur, nú hann eisini er vorðin formaður floksins. Hann vísir á, at tað í formanssessinum ræður um at býta uppgávurnar út.










