Skip í eygsjón

RANNSÓKNARFERÐIR. Amundsen var staddur í kahúttini, tá hann hoyrdi róp á dekkinum. Í fyrstuni helt hann at teir róptu um ein kóp elle eina ísbjørn og hann illneytaðist á menninar. Men so hoyrdi hann orðini: ?Skip í eygsjón!? Hann gjørdist heilt undarliga við. Dreymurin frá barnaárunum var veruleiki. Teir høvdu siglt ýtnyrðingsleiðina norður um Ameriku og hittu nú skip vestaneftir

Veturin gekk og teir høvdu út at gera í ?Gjøa-havn?. Teir fyrireikaðu seg til túrin móti magnetiska norðpólinum. Allir gingu nú í skinnklæðum frá netsilikeskimounum. Teir vandu regluliga í kynstrinum, at byggja igloo og teir vandu á hundasledu. Og júst á hesum økinum kundu teir læra nógv at netsilikeskimounum.

Helmer Hansen, Roald?sa trúgvi fylgisveinur, sum eisini førdi sleturnar trygt til Suður-pólin sjey ár seinni, helt nógv saman við hundunum og royndi seg sum hundakusk. Hann var heilt bergtikin av eskimo-hundinum, ella huskyin, sum hann eisini verður kallaður.

Í póllondunum finnast teir sokallaðu tranthundarnir. Hetta eru miðalstórir hundar, sum minna um úlv, og teir eru sera væl fyri at trívast í nógvum kulda. Hildið verður, at tranthundurin er tann núlivandi hundurin, sum er næst tættast í ætt við fyrsta tamhundin hjá menniskjum. Eskimo-hundurin livir í póllondunum á vestaru hálvu, úr Grønlandi og vestur til Alaska. Hann er trivaliga bygdur, sterkur og vælegnaður sum sletuhundur.

Tað var júst hendan hundin Helmer Hansen skuldi læra at stýra frammanfyri sletuni. Hann hevði væl vandar hundar og serfrøðingar at læra seg, men hóast tað, so var tað ótrúligt, so skjótt hann lærdi kynsturin. Hann var tann føddi hunda-kuskurin og dugdi væl at fáa samband við hundarnar.


Magnetpólurin

Wiik og Godfred Hansen stríddust við at gera magnetisku kanningarnar og Ristvedt smíðaði ørvaroddar og knívar úr jarni til at nýta í býtishandli við eskimoarnar. Allir høvdu nógv at gera og teir lærdu nógv. Amundsen kendi, at nú var løtan komin, har teir skuldu fara at finna magnetiska norðpólin og 1. mars fór hann avstað saman við Godfred Hansen, Helmer Hansen og Ristvedt.

Eftir teirra útrokningum, so lá magnetpólurin einans 145 kilometrar frá teimum, men teir vóru farnir ov tíðliga avstað. Næstu náttina fall hitin niður til minus 61,7 stig. Tá tað er so kalt er neyðugt at nýta spritttermometur, tí kyksilvur strinar. Petroleum brennir ikki og sjálvt eskimohundurin hevur ilt við at anda. Hundurin andar gjøgnum munnin tá hann arbeiðir og er luftin ov køld, so ganga lunguni fyri. Tað ber ikki til at nýta hundar, tá hitin fer niður um minus 50 stig. Teir høvdu ov fáar hundar og neyðugt var hjá Amundsen, Godfred Hansen og Ristvedt sjálvir at leggja seg í selan og draga ta einu sletuna. Tá kuldin er so nógvur, so hongur kavin fastur i gangarunum á sletunum og eisini í skíðunum og tær glíða illa. Tað var tungt at draga og menn og hundar høvdu tað ringt.

Nakað sum er grundleggjandi fyri allar ferðirnar hjá Amundsen var at hann ansaði væl eftir, at menninir ikki liðu óneyðugt undir ferðunum. Hjá Amundsen var tað ikki mannsligt at gera brøgd undir so nógvum pínslum sum møguligt. Hetta var hinvegin hildið fyri at vera ein dygd, eitt nú hjá einstøkum bretskum kanningarfarum. Triðja dagin avgjørdi Amundsen at venda við aftur. Kuldin var ov nógvur. Hann fór heim at bíða eftir betri líkindum. Teir tømdu sledurnar og vendu við. Tað tók teimum bert fýra tímar at koma heimaftur. Útferðin hevði tikið tvey samdøgur.

Ferðin var miseydnað, ?men vit lærdu,? skrivar Amundsen í dagbókini og hann kannaði gjølla, hvat teir kundu havt gjørt ørvísi á hesi ferð. Honum gjørdist greitt, at tað var alt ov vágið at byrja ov tíðliga og eisini at lítð kom burtur úr, tá menn sjálvir skuldu draga slet-urnar. Harvið var hetta eisini býtt.


Bara hundar

Hendan ferðin lærdi Amundsen, at hann í framtíðini bara vildi nýta hundar til flutning. Og hetta var góður lærdómur, tí júst við hundunum náddi Amundsen so langt sum pólfari. Hetta merkti eisini, at nú mátti hann skipa ferðirnar eftir hvussu nógv hundarnir orkaðu og tað merkti eisini, at tað kundu ikki koma fleiri mans við til næstu pólferð, enn hundarnir orkaðu at draga. Tað vil siga, at bara tveir manns kundu fara undri næstu ferðina til magnetiska norðpólin.

Longu 16. mars var Amundsen aftur á ferð. Hesaferð var bara Helmer Hansen við honum. Tað var eitt sindur lýggjari og hann hevði lært at vera varin og ikki at seta sær ov stór mál. Hann ætlaði at bíða við túrinum til pólin til lýðka var komin í luftina og várið var í nánd. Endamálið við hesi ferðini var at fáa útgerðina, sum teir høvdu lagt frá sær undir seinastu ferð, longur fram. Her er eisini nakað sum eyðkennir Amundsen. Hann gjørdi nógv burtur úr at leggja sær goymslur av mati fram móti málinum, soleiðis at tá hann gjørdi endaligu ferðina, so lógu hesara goymslur klárar. Tað er altið ein spurningur um at hava nóg mikið av mati og útgerð til heimferðina, sum kann verða avgerandi fyri eina ferð í ísoyðuni.

Teir komu fram til goymsluna. Hendan varð løgd á sletuna, omaná tað, teir høvdu við sær og so hildu teir leiðina norðureftir. Skjótt gekk, og Amundsen skrivar í dagbókini, at teir høvdu ilt við at fylgja við hundunum, sjálvt um teir stóðu á skíð. Tveir dagar seinni hittu teir eskimoar við Matty oynna í James Ross sundinum. Teir vóru 34 í tali. Amundsen var fegin og staðfesti, at júst á hesum plássi hevði McClintoc hitt eskimoar í 1859, og at hesir vóru úr sama ættar-bólki.

Amundsen hevði stóran áhuga fyri eskimounum og serliga hvat teir kundu læra hann, og hann hevði nógv størri áhuga fyri teimum enn jørðmagnetismu. Hann fór við eskimounum har teir búðu. Ein av monnunum vildi vera blíður og bjóðaði Amundsen síni nýggu undirklæðir. Hjá teimum var vanligt, at tann sum gav, fór úr undirklæðunum og tann sum tók í móti, lat seg í tey beinanvegin. Amundsen vónaði so inniliga, at hesin ikki hevði lýs. Hann tók kjansin og lat seg í nýggju undirklæðini. Amundsen kendi seg væl í hesum skinnundirklæðum. Tað vóru bara eskimoarnir sum dugdu kynsturin at garva og seyma slík klæði, soleiðis at tey vóru góð at ganga í og kendust væl á kroppinum. Amundsen keypti ein hóp av undirklæðum frá eskimounum, sum hann skuldi nýta nú og til seinni ferðir.

Hann helt til millum netsilikeskimoararnar til teir byrjaðu teirra várgongu til kópaplássini. Hann er ivaleyst fyrsti evropearin, sum hevur eygleitt eskimoar, tá teir flyta. Og tað sum upptók hann mest, var sjálvsagt, hvussu teir fóru við hundunum.

Tá karavanan av hundum og sletum var farin handan sýn vendi Amundsen heim aftur til skipið. 6. apríl fór hann avstað aftur, nú galt tað magnetiska norðpólin og várið var í nánd. Hesaferð var Ristvedt við hon-um. Helmer Hansen var munandi dugnaligari sum hundakuskur, men Ristvedt hevði skil fyri magnetiskum kanningum og tað hevði Hansen ikki. ?Slíkar avgerðir geva ofta mislag, men tað gerst ikki við.? skrivaði Amundsen í dagbókina.


Magnetpolurin

Amundsen lærdi nógv av hesi ferð. Teimum møtti allur hugsandi mótgangur á hesi stuttu ferð. Kavin var blotnaður og kavin krapaði. Pakkísurin var vorðin til skúvuís. Torført var at koma fram og tolið av um at vera uppi, bæði hjá monnum og hundum. Tokan darvaði og sólin sveið.

Gamli vinurin, Teraiu, hevði fylgt teimum, men næstan dagin fór hann frá teimum. Hann fór at finna fólk sítt. Nústaðni legði Amundsen merki til, hví ein maður altíð gekk frammanfyri hundarnar, tá teir fóru avstað við sleuni. Soleiðis gjørdu netsilikeskimoararnir. Teir sendu altíð ein mann framman-undan, soleiðis at hundarnir høvdu ein at miðja seg eftir ella at elta. Hundar dáma ikki at renna í ísoyðuni uttan at hava ein at vísa leið.

Hóast torført føri, so gekk ferðin til magnepólin væl. Dagbókin hjá Amundsen frá hesi ferð er áhugaverdur lesnaður. Hon minnir meira um eitt arbeiðshefti hjá einum listamanni, íð vil læra seg smálutirnar í fakinum, enn journalin hjá ein-um pólfara yvir brøgd. Amundsen hugsar ikki um hvør skal lesa, tá hann skrivar. Royndirnar vinna á trupulleikunum. Amundsen er á hesi ferð við at leggja grundarsteinum undir hansara lívsverk. Tað er í Kanada, at hann lærir at bera seg at í ísoyðuni. Amundsen droymir ikki longur um at gerast hetja, hann er vorðin búgvin og hann hevur lært av eskimounum ongantíð at skunda sær. Hann hevur lært ein av grundsetingu-num, tá tú ferðast í póllondunum: ?Legg ongantíð meira á menn og hundar enn teir lættliga klára.

Eskimoar dáma ikki at skunda sær, og hetta taka evropearar sum ótrúligan dovinskap. Men Amundsen sá hetta við øðrum eygum. Eskimoarin skunda sær ikki av fleiri orsøkum. Ein er, at hann vil sleppa undan at sveitta og harvið at missa hita í kuldanum.

26 apríl náddu teir positiónina, sum James Clark Ross hevði uppgivið sum magnetiska norðpólin á Boothia Felilx hálvoynni nærhendis Kap Adelaide. Men pólur var ongin, hann hevði flutt seg. Amundsen var sostatt tann fyrsti, sum kundi prógva, at magnetiski pólurin flutti seg vísundaliga endamálið við ferðini var hervið nátt. Amundsen var tó nógv meira upptikin av, at veðrið ótlaði, og at Ristvedt varð noyddur at skjóta ein hund hjá netsilikkunum, tí hesin vildi ikki draga. Teir skrædlaðu hundin og góvu hinum hundunum hann til matna. Teir ótu við góðum lysti. Sjálvir royndu teir eisini hundakjøt, og Amundsen noteraði berliga í dagbókina, at hesir hundar vóru kanibálar og at hundakjøt eisini kundi nýtast sum mannaføði. Tað kundi gerast hent seinni

Teir leitaðu eftir pólinum í nakrar dagar, við hvørt vísti nálin, at nú vóru teir heilt tætt við, men so vísti hon knappliga annan veg. Onkuntíð peikaði hon til havs, aðrar tíðir inni móti landi. Tá á døgum vistu menn lítið um magnetismu jarðar-innar. Amundsen kom ongantíð á táverandi magnetiska norðpólin. Útrokningar seinni vístu, at hann hevði verið einar 50 kilo-metur frá honum. Hetta harmaði hann..


Seinsta strekkið

Amundsen og hansara menn vóru lidnir við arbeiðið í ?Gjøahavn?. Nú var bert eftir at sigla gjøgnum Simpson sundið, og so høvdu teir siglt seinasta strekkið norður um Amerika. Skip úr Kyrrahavinum vóru nádd eystur í móti Simpson sundinum, men onki hevði verið inni í hesum.

13. august 1905, klokkan trý um náttina, loysti Amundsen og legði út í sundið. Sundið var grunt, fult av skerum og drívísi og lúnskum streymi.

Um summarið hevði Hansen, løjtnantur verið eina kanningarferð við báti og hann hevði funnið ein møguliga leið, har siglandi var við ?Gjøu?. Væl dugnað av petroleumsmotorinum ,eydnaðist ?Gjøu? at snúgva sær millum skerini og ísin uttan óhapp. Teir loddaðu alla tíðina og róðrið gekk úr eina borðinum í hitt. Aftan á fýra dagar í hesum vandamikla sundi náddu teir fram til Kap Col-borne í munnanum á Victoriasundinum. Hetta var tað eystasta Collinson var komin, tá hann royndi at finna útnyrðingsleiðina frá Kyrrahavinum. Tað var eydnast ?Gjøu? at sigla seinasta teinin.

Útnyrðingsleiðin var nú bast eftir 300 ára stríð og listin yvir teir falnu var nú endaður.


Stjól telegrammið

Men útnyrðingsleiðin varð ikki vunnin fyrr enn tíðindini um hesa hending vóru komin á blaðstovurnar. Teir royndu nú at sigla so skjótt sum teir kundi móti telegrafstøðunum á Kyrrahavsstrondini. Men eini 1600 kilometrar úr Beringsundinum stóðu teir aftur fastir í ísinum og máttu undir triðja veturin innifrystir

Her lógu hvalabátar, og her var fólk at hitta. Amundsen kom í samband við ein skipara, hvørs skip var farið á land og kundi ikki bjargast. Hann ætlaði sær suður at fáa eitt nýtt skip, og hann bjóðaði seg til at rinda ferðina hjá Amundsen eisini. Amundsen átti ikki krónuna. Túrurin til Eagle City í Alaska var langur heilar 925 kilometrar, og teir hildu nú avstað við hund-um, sletum og Amundsen sjálvur á skíð. Hann kom fram í øllum góðum og sendi telegrammið, men ólukkutíð, so seldi ein telegrafstøð nýggjheitina til bløðini í USA, áðrenn tele-grammið náddi fram til Nansen, ið skuldi bera tíðindini víðari. Stór bløð, eitt nú The Times í Onglandi høvdu keypt einkar-rættin. Og tey vildu sjálvandi ikki rinda, nú tey høvdu mist hendan. Amundsen misti nógvan pening, sum annars skuldi havt fíggjað ferðina.