hann hevur í nógv ár verið formaður í stýrinum fyri Blindastovnin, og hann er eisini formaður í nevndini fyri Eldratilhaldið í gamla Føroya Bankahúsinum í Tórsgøtu í Havn, so hóast hann er farin um pensiónsaldur [...] eitt skifti í sekstiárunuum blaðstjóri á Sosialinum. Jákup var í nógv ár formaður í endurbúgvingarstovninum ALV, hann hevur verið formaður í Heilbrigdinum á Velbastað síðani tað varð stovnað í 1986, hann [...] Jóna eiga børnini Elin, sum býr í Havn, Biritu, sum býr í Keypmannahavn og Eirik, sum býr í Havn. Føðingardagurin hjá Jákupi verður hildin leygarkvøldið 12. JULI í Losjuni í Havn.
10-ára haldið hjá MBF, og í fjør var Ælabogin við á hornorkesturstevnuni í Norðurlandahúsinum, sum GHM skipaði fyri. Treffið, ið orkestrið skal til, er 2. hvørt ár í Noregi. Í Noregi eru 6 »Specialorkestur« [...] Tróndheims. Gist verður í Lerdal fyrstu náttina og so í Dombås til fríggjadagin, tá farið verður til Tróndheims. Har skulu vit búgva á Scandic Hotel Recistence, sum liggur mitt í býnum. Í Tróndheimi vera ymisk [...] byrjaði, tá eitt hornorkestur við menningar-tarnaðum úr Lillehammer í Noregi var her á vitjan á vári í 1998. Síðan tá hevur verið spælt í Skansastovu hvønn hósdag seinnapart, og hevur uppmøtingin til venjingarnar
of Music í London og The Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow, hevur 35 manna blandaða kórið Søngfélagið Sunnan Heiða konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið kl. 20. Í kórinum [...] Vitjanin av kórinum Søngfélagnum Sunnan Heiða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið kl. 20 verður eysturoyingum og øðrum ein forkunnug vitjan, sum sær út til at liggja høgt tónlistaliga. [...] við kórinum, har tey í felag framføra eitt nú Toreador Sangin úr Carmen og Ol´man river. Kórleiðari er Kári Gestsson útbúgvin á Tónlistaskóla Akureyrar og The Royal College of Music í London. Tað verður
stjóri í Norðurlandahúsinum. Sjey føroysk myndlistafólk eru við á framsýningini, sum hongur uppi til 31. juli. Alt húsið er tikið í nýtslu til hesa framsýningina, so at listaverkini passa inn í tað umhvørvið [...] Fjølbroytt verk ? Vit hava eina sera spennandi framsýning í ár, og vit hava tikið fleiri partar av húsinum í nýtslu. Hetta tiltakið eydnaðist sera væl í fjør, og tí halda vit fast við henda leistin. sigur Helga [...] Ólavur Kjartan Sigurðarsson og ein klaverleikara. Kórið fer eisini at hava eina konsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið klokkan 20.
skipað fyri FM í svimjing í svimjihøllini í Havn. Kappingin varð fríggjamorgunin sett av landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, og hildið var á til sunnukvøldi. Tað vóru í alt um 100 svimjarar við í kappingini [...] tvær av evnaríkastu ryggsvimjarunum í Føroyum í løtuni, og tær vístu tær eisini í FM-kappingini. Elida vann kappingina fyri 50 metur rygg, meðan Sára vann kappingarnar í 100- og 200 metur rygg. Ungi toftamaðurin [...] kappingina í 50 metur bringu. Tað heldur sjáldsama við Per er, at hann bert svimur bringusvimjing, men har skal leggjast afturat, at tað ger hann frágera væl. Bjørt framtíð í Skeggjum Svimjifelagið í Gøtu,
SPÆL Ein kvinna í Fuglafirði gjørdist leygadagin millióningur. Orsøkin var, at hon hevði øll røtt í stóra hvítusu nnudráttinum hjá Dansk Tipstjeneste. Saman við tveimum øðrum í Danmark vann kvinnan 3,35 [...] milliónir krónur. Seðilin varð keyptur hjá Haraldsen í Fuglafirði, og talan var um matematiskt system við átta krossum. Dansk Tipstjeneste sigur í tíðindaskrivi, at hetta skuldi givið góðar møguleikar
verið eitt av hjartabørnunum hjá Jákupi. Í dag situr hann sum nevndarlimur í P/F Sosialinum. Bert 25 ára gamal varð Jákup Lindenskov valdur á ting í 1958. Í hesum umfarinum sat hann sum tingmaður til [...] til 1966. Hann fekk tá fleiri álitisstørv litin upp í hendi. M.a. var hann tingsskrivari og umboðaði javnaðarflokkin í fleiri týðandi løgtingsnevndum. Í tveimum umførum hevur Jákup Lindenskov sitið sum l [...] hevur eisini umboða javnaðarflokkin í álitisstørvum uttan fyri løgtingið. Eitt nú í nevndini fyri P/F Sosialinum sum nevnt er framman fyri. Tá Petur Mohr Dam, løgmaður sáli í november 1968 legði árarnar inn
nógv fara at sessast við sjónvarpsskíggjan, tá blást verður ígongd. Í Mentunarhúsinum í Fuglafirði verður dysturin vístur á stórskíggja, og roknað verður við, at talan verður um nógvar áskoðarar. Tá Føroyar [...] langt í frá øll tey, sum eru áhugað, sum hava ognað sær møguleika at fara á Tórsvøll mikudagin, tá týskarar koma á vitjan. Útselt var at kalla alt fyri eitt til dystin, og tí er einki at ivast í, at nógv [...] . Sagt verður hesaferð, at fyri at gera kvøldið til eitt rættiligt fótbóltskvøld, verður latið upp í góðari tíð, soleiðis at fólk longu ein tíma undan dystarbyrjan sleppa inn um dyrnar.
Havlívfrøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak hevur verið slóðbrótandi á sínum øki í Føroyum. Ímyndin av hesum arbeiði var Arne Nørrevang, sum leiddi hetta arbeiði í fleiri ár. Men framvegis í dag finna tey á Biofar [...] bátinum, Biofarinum hjá Havlívfrøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak, vanliga nevnd Biofar. Í fimm dagar høvdu fólk av royndarstøðini kannað botnin á Fuglafirði, og tað var júst hendan fimta dagin, vit fingu høvi [...] áhugavert at vera í námindi av Guttormi Djurhuus, sum var ein av manningini og hevur starvast fast hjá Biofar í eina tíð. Hann veit ein heilan hóp um náttúruna og um tað, sum livir og andar í henni. Leiðarin
Eftir, at fýra umfør eru leikt í 2.deild, hava fuglfirðingar framvegis fult stigatal. Annan hvítusunnudag hevði oddaliðið vitjan av VB í Fuglafirði. Heimaliðið vann sannførandi 3-0 eftir hálvleiksstøðuna [...] m til báðar partar. Tvøramenn høvdu størsta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá teir fingu brotsspark, men teir misnýttu gylta møguleikan. 4.umfar í tølum: ÍF-VB 3-0 (1-0) 1-0 Eyðálvur Petersen 2-0 Áki Petersen [...] una 1-0 ÍF hevði greiða leikliga yvirvág allan dystin, og úr Fuglafirði siga tey, at sigurin var fult uppiborin. Úrslitini hetta umfarið, hava við sær, at ÍF nú er leyst frá hinum liðunum. ÍF hevur tólv