Fótbóltur
Tað eru langt í frá øll tey, sum eru áhugað, sum hava ognað sær møguleika at fara á Tórsvøll mikudagin, tá týskarar koma á vitjan. Útselt var at kalla alt fyri eitt til dystin, og tí er einki at ivast í, at nógv fara at sessast við sjónvarpsskíggjan, tá blást verður ígongd.
Í Mentunarhúsinum í Fuglafirði verður dysturin vístur á stórskíggja, og roknað verður við, at talan verður um nógvar áskoðarar. Tá Føroyar og Ísland spældu leygardagin, var hetta eisini roynt, og tá vóru eini 200 fólk og hugdu, harav eini 60 mundu vera íslendingar.
Sagt verður hesaferð, at fyri at gera kvøldið til eitt rættiligt fótbóltskvøld, verður latið upp í góðari tíð, soleiðis at fólk longu ein tíma undan dystarbyrjan sleppa inn um dyrnar.










