Fjølbroytt summarframsýning

Fríggjakvøldið lat Summarframsýningin 2003 í Norðurlandahúsinum upp, og sjey føroysk listafólk fara komandi vikurnar at sýna fram fjølbroytt listaverk. Heitið í ár er "Mótsetningar og breidd"

? Vit eru sanniliga glað fyri, at verkfallið nú er av , so at vit kunnu hava summarframsýningina og mentanarnátt sum ætlað, sigur Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum.
Sjey føroysk myndlistafólk eru við á framsýningini, sum hongur uppi til 31. juli. Alt húsið er tikið í nýtslu til hesa framsýningina, so at listaverkini passa inn í tað umhvørvið, har tey hanga ella standa.
Listafólkini á framsýngini eru: Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, Torbjørn Olsen og Guðrið Poulsen.

Fjølbroytt verk
? Vit hava eina sera spennandi framsýning í ár, og vit hava tikið fleiri partar av húsinum í nýtslu. Hetta tiltakið eydnaðist sera væl í fjør, og tí halda vit fast við henda leistin. sigur Helga Hjørvar.
? Heitið á hesi summarframsýningini gevur eitt greitt tekin um, at framsýnarar, sum sjálvir hava skipað framsýningina og sostatt eisini mótsetningarnar, hava viljað lagt dent á tað samansetta, stendur at lesa í bóklinginum, sum er skrivaður um listafólkini og framsýningina.
Listafólkini spenna eisini yvir fleiri mansaldrar, har elsti luttakarin Zacharias Heinesen er føddur í 1936, og yngst er Rannvá Kunoy, sum er fødd í 1975.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við mentamálum, letur framsýningina upp klokkan 22, og klokkan 23 fer íslendska kórið Sunnan Heiða at syngja.
Annars hevði Norðurlandahúsið opið leingi fríggjakvøldið, so at fólk kundu fáa høvi til at njóta myndlistina, sum varð sýnd fram.

Íslendsk íkast
Íslendska kórið Sunnan Heiða, sum telur 36 sangarar, var eisini við á mentanarnáttini. Við sær hevði kórið tann kenda operasangaran Ólavur Kjartan Sigurðarsson og ein klaverleikara.
Kórið fer eisini at hava eina konsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið klokkan 20.