Hóast nógv virksemi av ymiskum slagi er Fuglafjørður lítið dálkaður

- Hetta er fyrstu ferð, at ein fjørður er kannaður so neyvt, sum Fuglafjørður er kannaður hesaferð. Vit avgjørdu at kanna Fuglafjørð, tí her er so nógv ymiskt virksemi úti á og fram við fjørðinum, sigur leiðarin á Havlívfrøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak.
Sosialurin var við, tá ið Biofarið kannaði botnviðurskiftini á Fuglafirði


Botnkanningar

Ein góðveðursdag herfyri var Sosialurin við bátinum, Biofarinum hjá Havlívfrøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak, vanliga nevnd Biofar.
  Í fimm dagar høvdu fólk av royndarstøðini kannað botnin á Fuglafirði, og tað var júst hendan fimta dagin, vit fingu høvi at vera við.
  Hetta var ein áhugaverdur túrur og manningin, sum taldi seks fólk, var ógvuliga fryntlig og fyrikomandi.
  Tað er altíð áhugavert at vera í námindi av Guttormi Djurhuus, sum var ein av manningini og hevur starvast fast hjá Biofar í eina tíð. Hann veit ein heilan hóp um náttúruna og um tað, sum livir og andar í henni.
  Leiðarin á royndarstøðini, Jan Sørensen úr Havn, var bæði greiður og skilagóður. Við teirri vitan, hann hevur um botnviðurskifti og allar tær kanningar, sum Biofar hevur gjørt, kundi hann óivað skjótt tosað ein tíðindamann um koll. Men Jan vísti okkum, hvat tey høvdust at á Fuglafirði og læt okkum síggja, hvat gekk fyri seg og gav okkum høvi at spyrja.
  Hóast orðið, "bio", ljóðar so mikroskopiskt og torskilt hjá einum vanligum tíðindamanni, var hetta eingin ræðandi túrur, ið snúði seg um minstu smálutir, men ein hugnalig ferð saman við teimum, sum dagliga starvast á royndarstøðini í Kaldbak.
  Hini, sum við vóru, vóru Regin Joensen av Toftum, Jógvan Fróði Hansen úr Leirvík, Jana Jacobsen úr Kaldbak og Laura Mary Jacobsen av Kirkju.
  Øll líka fyrikomandi og blíð.
  Hetta var, sum nevnt, fimti dagurin á Fuglafirði, og ætlandi skuldu tey kanna botnviðurskiftini har einar tveir dagar aftrat.

Umfatandi kanning

Jan Sørensen, ið tók við starvinum sum leiðari á Havlívfrøðiligu Royndarstøðini í 1997, tá ið Arne Nørrevang gavst, sigur, at Biofar er almennur stovnur undir Mentamálaráðnum. Navnið er broytt, síðan royndarstøðin byrjaði í 1988, men tað eru tey, sum framvegis rópa stovnin, Biofar.
  Tilsamans sjey fólk starvast á Biofar, sum tekur sær av ymiskum uppgávum viðvíkjandi botninum og tí, sum í botninum livir og nørist.
  Jan sigur, at fleiri av uppgávunum, sum stovnurin tekur sær av, verða bílagdar av øðrum, og tí hevur Havlívfrøðiliga Royndarstøðin eitt rímiliga stórt inntøkugevandi virksemi.
  Hann sigur, at inntøkurnar soleiðis eru líka stórar, sum tann játtan, ið stovnurin fær á fíggjarlógini.
  Kanningarnar, sum Biofar hesar dagarnar gjørdi á Fuglafirði, eru goldnar av Oljumálaráðnum.
  - Vit hava fingið nakað av peningi til hesa uppgávu og hava valt at gera eina neyva kanning av botnviðurskiftunum á Fuglafirði. Jan sigur, at hetta er fyrstu ferð, ein fjørður er kannaður so neyvt, sum Fuglafjørður er kannaður hesaferð.
  - Vit avgjørdu at kanna Fuglafjørð, tí her er so nógv ymiskt virksemi úti á og fram við fjørðinum, sigur hann.
  Hesar dagarnar kannaðu tey seks fólkini Fuglafjørð fyri organiska og kemiska dálking.

Lítil dálking

Jan sigur, at hóast nógv ymiskt virksemi hevur verið í Fuglafirði í mong ár, og aling eisini hevur verið úti á vánni, er ikki líkt til, at fjørðurin er nógv dálkaður.
  - Kanningarnar hesar dagarnar hava avgjørt ikki víst, at Fuglafjørður er serliga nógv dálkaður. Sæð í ljósinum av tí virksemi, sum er her, er tað kanska undrunarvert, at so lítil dálking er at síggja.
  Hann sigur, at tey hava staðfest lítla dálking fram við bryggjuni, har virkini eru, undir landinum hinumegin og suðuri á fjørðinum, har aling fer fram. Úti á er eingin dálking.
  - Okkara fyribils metingar vísa, at samlaða dálkingin á Fuglafirði er ikki nógv at tosa um, sigur Jan Sørensen.
  Botnurin á Fuglafirði er bleytari út fyri bygdini, har lítið rák er, men úti á er hann meira blandaður og sandkendur.
  Mesta dýralívið er at finna, har botnurin er blandaður.
  Dýrini, sum Biofarið tekur upp úr mógvi og sandi, verða mikroskopiskt kannaði á royndarstøðini í Kaldbak. Tað tekur langa tíð at gera slíkt arbeiði, og ilt er at siga endaliga, hvussu vorðið er, fyrr enn hesar kanningar eru lidnar.
  Guttormur Djurhuus sigur, at dýralívið er ógvuliga sigandi í slíkum kanningum.
  - Vit kunnu siga, at dýrini karakterisera økið.
  Hann vísir á, at í botninum finnast serliga tvey sløg av maðki, umframt onnur smádýr.
  - Talan er um sjógvmaðkin og tráðmaðkin, sum eitt ótal er av. Tað er serliga sjógvmaðkin, vit kanna. Av hesum eru kanska eini 1000 sløg undir Føroyum, harav summi sløg tola meira dálking enn onnur. Vísir tað seg, at nógv er av tí maðkinum, sum tolir dálking og minni av øðrum dýrum, ið ikki tola nógva dálking, kann tað vera ein ábending um, hvussu støðan er.
  Uppgávan hjá maðkinum niðri við havbotnin er ? eins og omaná jørðini - at "velta" jørðina, soleiðis at hon gerst gróðrarrík og lívgevandi.
  Guttormur Djurhuus sigur, at ein sonevnd pH-Redok kanning vísir, um súrevni er eftir í botninum á ymisku støðunum, ið eru kannað.

Slóðbrótandi arbeiði

Biofarið, ið er báturin, sum Havlívfrøðiliga Royndarstøðin eigur og rekur, er væl útgjørdur til tær kanningar, sum stovnurin ger.
  Jan Sørensen vísti okkum eisini, hvussu Olex-skipanin virkar, sum Biofarið hevur havt í eini tvey ár.
  - Skipanin vísir okkum neyvt, hvørji økir eru kannað, og hon vísir eisini, hvussu botnviðurskiftini eru ? um talan er um bleytan ella harðan botn.
  Hann sigur, at skipanin hevur nógvar møguleikar og er ógvuliga hent, tá ið botnkanningar verða gjørdar.
  Meðan Sosialurin var við Biofarinum, tók manningin mógv upp av botni við einum lítlum grabba, sum teir loraðu niður við krananum og hálaðu uppaftur. Frammanundan høvdu tey eisini tikið mógv upp við einum røri, sum tey kundu stinga einar 25 cm. niður í mógvin.
  Jan Sørensen sigur, at á henda hátt kunnu tey kanna, hvussu dýralívið er í ymisku løgunum niðri í mógvinum.
  Sum skilst, broytist dýralívið skjótt niðureftir á tann hátt, at nógv mest lív er í ovaru løgunum. Men hetta veldst eisini um, hvussu tilfarið er.
  - Í mógvinum minkar dýralívið skjótt niðureftir, tí mógvurin liggur so tættur, og lítil ilt sleppur til. Hinvegin kanst tú finna lív longur niðri, tá ið talan er um leysari tilfar, sigur hann at enda.
  Havlívfrøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak hevur verið slóðbrótandi á sínum øki í Føroyum. Ímyndin av hesum arbeiði var Arne Nørrevang, sum leiddi hetta arbeiði í fleiri ár.
  Men framvegis í dag finna tey á Biofar út av ymiskum, sum higartil hevur verið ókunnugt ? og sum ikki er staðfest í Føroyum áður.