Saman við solistinum Ólafi Kjartani Sigurðarson, bariton,útbúgvin á The Royal Academy of Music í London og The Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow, hevur 35 manna blandaða kórið Søngfélagið Sunnan Heiða konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið kl. 20.
Í kórinum eru royndir kórsangarar, sum koma at framføra norðurlendskar sangir. Eisini hava tey eitt stykki »Stemmur«, sum Gunnarsteinn Ólafsson hevur gjørt serstakliga fyri hetta kórið.
Umframt verður solosongur av baritoninum Ólafi saman við kórinum, har tey í felag framføra eitt nú Toreador Sangin úr Carmen og Ol´man river.
Kórleiðari er Kári Gestsson útbúgvin á Tónlistaskóla Akureyrar og The Royal College of Music í London.
Tað verður Helga Bryndís Magnusdóttir, sum kemur at hava fylgisspælið. Hon er útbúgvin á Tónlistaskóla Reykjavíkur og hevur eisini sína útbúgving frá Wien og Helsinki.
Helga Bryndís hevur eisini verið klaversolistur í bæði íslendska lands-symfoni-orkestrinum og Norðuríslands symfoniorkestri.
Afturat øllum hesum koma limir frá Kvæðamannafélagnum Iðunn at kvøða rímur. Hetta felagið varð stovnsett í 1929.
Vitjanin av kórinum Søngfélagnum Sunnan Heiða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið kl. 20 verður eysturoyingum og øðrum ein forkunnug vitjan, sum sær út til at liggja høgt tónlistaliga.