SPÆL
Ein kvinna í Fuglafirði gjørdist leygadagin millióningur. Orsøkin var, at hon hevði øll røtt í stóra hvítusu nnudráttinum hjá Dansk Tipstjeneste.
Saman við tveimum øðrum í Danmark vann kvinnan 3,35 milliónir krónur.
Seðilin varð keyptur hjá Haraldsen í Fuglafirði, og talan var um matematiskt system við átta krossum. Dansk Tipstjeneste sigur í tíðindaskrivi, at hetta skuldi givið góðar møguleikar til fleiri vinningar ? afturat milliónunum.
Hon var stødd uttanlands týsdagin, tá vit royndu at fáa fatur á henni.