Fuglfirðingar strúka avstað

ÍF hevur lagt sjógv millum seg og hini liðini í 2.deild. Eftir fýra umfør hava fuglfirðingar fult stigatal.

Eftir, at fýra umfør eru leikt í 2.deild, hava fuglfirðingar framvegis fult stigatal. Annan hvítusunnudag hevði oddaliðið vitjan av VB í Fuglafirði. Heimaliðið vann sannførandi 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0

ÍF hevði greiða leikliga yvirvág allan dystin, og úr Fuglafirði siga tey, at sigurin var fult uppiborin. Úrslitini hetta umfarið, hava við sær, at ÍF nú er leyst frá hinum liðunum. ÍF hevur tólv stig, og nærmastu kappingingarneytarnir liggja á sjey stigum

Á Sandi tók B71 ímóti LÍF, og heldur óvænta vann LÍF ein tepran 1-0 sigur. Einasta málið í dystunum kom longu eftir, at ein minuttur var leiktur. Fyrrverandi KÍ-leikarin, Símun Waag Høgnesen skeyt málið hjá leirvíkingum.

Sandoyingar royndu at trýsta LÍF-verjuna, men inn vildi bólturin ikki. Stóra B71 trýsti gav eisini LÍF fleiri vandamikil mótálop, og B71-málverjin Waldemar Novicki mátti fleiri kýta fyri at halda LÍF-framherjunum frá at økja um leiðsluna.

Í Havn hittust næst bestu liðini hjá B36 og KÍ. Eftir eina slaka byrjan upp á kappingarárið, reisti B36 seg aftur mánadagin. Heimaliðið vann heili 6-1, eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Stóri leikarin í Gundadali var Áki Mørk, sum skeyt trý av málunum hjá B36.

Tvey av oddaliðunum, Sumba og AB, brustu saman á Krossunum. AB royndi at trýsta heimaliðið allan dystin, men dysturin endaði kortini málleysur. Úr Sumba verður sagt, at málverjin hjá sumbingum, Marcin David, leikti ein frágera góða dyst.

Seinasti dystur millum B68 og TB endaði eisini málleysur. Dysturin var javnur, við málmøguleikum til báðar partar. Tvøramenn høvdu størsta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá teir fingu brotsspark, men teir misnýttu gylta møguleikan.




4.umfar í tølum:

ÍF-VB 3-0 (1-0)
1-0 Eyðálvur Petersen
2-0 Áki Petersen
3-0 Heini Heinason

B71-LÍF 0-1 (0-1)
0-1 Símun Waag Høgnesen

B36-KÍ 6-1 (2-1)
0-1 David Bertholdsen
1-1 Kenneth Jacobsen
2-1 Áki Mørk
3-1 Bárður Mortansson
4-1 Áki Mørk
5-1 Áki Mørk
6-1 Stefan í Skorini

Sumba-AB 0-0 (0-0)

B68-TB 0-0 (0-0)