var komin hagar, doyði hann í einum skotbardaga í Bagdad. Nú vil 48 ára gamla mamma hansara sleppa at tosa við George W. Bush, forseta, tí tað var hann, sum sendi sonin til Irak. Seinastu vikuna hevur hon [...] gingið uttan fyri bústað forsetans í Crawford í Texas, har Bush heldur summarfrí hendan mánaðin. Men Bush vil ikki tosa við hana. Hann sendi boð eftir trimum embætismonnum í Hvítu Húsunum og bað teir tosa [...] Casey Sheehan fór upp í amerikanska herin fyri fimm árum síðani. Hann roknaði ikki við at blíva sendur í kríggj, men tað bleiv hann. Hann fekk boð um at fara til Irak, men fimm dagar eftir, at hann var
himmalsferð Mariu. Dagurin varð eisini róptur mariumessa í hoyna. Tendringin um hetta mundið eitur í hoyna. Jákup Jakobsen doyði hendan dagin í 1918. [...] 13. august. Hippolytos, deyður í umleið 235. Helst ein grikki, sum gjørdist ein av teimum best kendu kristnu rithøvundunum í Róm í 3. øld. Hann var tikin av døgum við at verða slitin millum hestar, sum [...] sum navn hansara sipar til. Rasmus Rasmussen (á Háskúlanum) varð føddur hendan dagin í 1871. 14. august. Eusebius. Fleiri halgimenni at navni Eusebius eru knýtt at degnum 14. august. 15. august. Mariumessa
Sólrun doyði bert nakrar dagar gomul, Amy doyði í 1971 og Sámal doyði í 1986. Orsaka av seinna heimsbardaga slapp Erling ikki til skips, fyrr enn hann var vorðin 15 ár, sum var lutfalsliga gamalt tá í tíðini [...] fyllir Erling Hansen í Funningsfirði 75 ár. Erling varð føddur í Funningsfirði í 1930. Foreldrini vóru Edmund Hansen úr Funningsfirði og Alma Jóhanna Petersen, ættað úr Hoygarðinum í Funningi. Alma og Edmund [...] eisini skúlabørnini í bygdini til skúlagongd á Skálafjørðinum. Handil høvdu tey eisini í nøkur ár, og einaferð var tað tann stóra dillan hjá ungfólki í Eysturoynni at koyra til grillbarrina í Funningsfirði,
Kappingin í botninum í Formuladeildin er ógvuliga hørð, og liðini í niðaru hálvu á stigatalvuni eru ógvuliga bangin fyri at tapa móti hvørjum øðrum. Hetta sást eisini týðuliga á Eiði leygardagin, har hvørki [...] leysur í høgru síðu, og hann langaði til móti EB/Streyma-málinum, men René Tórgarð fekk akkurát fingrarnar á, og bólturin brast í stongina, og so var tann vandin av. Eingin vildi satsa Í seinna hálvleiki [...] hornaspark bleiv sent inn í brotsteigin hjá ÍF, har ein sundalagsmaður snittaði bóltin við høvdinum, og bólturin rakti beint í høvdið á Bartal Eliasen og fór síðani beina kós í netið til 1-1. Eftir útjavnandi
. Útlendskir eygleiðarar í Sri Lanka siga, at støðan í landinum er sera spent, og at landið er á eggini til borgarakríggj. Chandrika Kamaratunga, forseti, hevur lýst landið í undantaksstøðu. [...] tikararnir har norðuri í landinum hava avsannað, at teir høvdu nakað samband við tilburðin, tá Lakshman Kadingamar, uttanríkisráðharri, bleiv skotin um vikuskiftið. Men myndugleikarnir í Colombo tykjast hava [...] verju sum hann, men kortini eydnaðist tað drápsmonnunum at skjóta hann. Hann varð raktur í høvdið og bringuna og doyði stutt eftir. Lakshman Kadingamar var sjálvur tamili, men ein av teimum fáu kristnu tamilunum
tey mitt í sjeyti árunum fluttu til Norðragøtu at búgva. Tey eiga tríggjar synir - Richard, Amaliel, sum býr í Norðragøtu og Súni, sum býr á Argjum. Richard tók studentsprógv í Hoydølum í 1975. Í 1984 leyk [...] síðani í 2000 hevur hann verið hjá Landsapotekaranum . Richard var í mong ár limur í Vísinda siðsemisnevndini, hann hevur verið limur í KT foruminum, sum veitir vinnumálaráðnum ráð, og hann er limur í Gra [...] konuni væl í bókahandlinum LOGOS í J. Nolsøesgøtu, sum hon eigur og rekur. Árini í Keypmannahavn var Richard nógv í Kristnastovu, og síðani tey fluttu til Havnar, hevur hann havt sína dagligu gongd í Ebenezer
røktaði hann í mong ár tveir hagapartar í Leirvík. Hann doyði í 1977, 77 ára gamal. Frida hevur altíð havt góða heilsu, men fyri eini 12-15 árum síðan fóru eyguni at bila, og í dag er hon blind. Í sambandi [...] búði í Leirvík, Thorvald, ið giftist til Strendur, og Elsa, Eskild, og John, ið øll búðu í Leirvík. Í 1925 giftist Frida sum 20 ára gomul við Svend Jacobsen (Svend í Gerðismørk). Tey giftust inn í barnaheim [...] sína tíð búð í Leirvík, men í januar 1997 flutti hon til heimið í Runavík at búgva. Foreldrini hjá Fridu vóru: Anna Elisabeth, f. Klein, av Fløtinum á Strondum, og Jógvan Joensen (Jógvan í Jógvanstovu)
Manchester United í 4-1 sigrinum á Benfica í Europa Cup-finaluni í 1968. Og sum seinni var hjálparvenjari hjá Alex Ferguson, tá hesin í 1993 var venjarin, sum førdi fyrsta meistaraheitið í 26 ár til Old Trafford [...] bara trimum í flotanum hjá Helio kom ongantíð fram ta ferðina, men varð standandi á breytini í Newcastle, og ístaðin var flogið við einum arabiskum leiguflogfarið til írska høvuðsstaðin. Í dag man tað [...] gera felagið til eitt tað best umtókta í heiminum. Og eisini í hesum arbeiðinum átti John sín lítla lut. Hann var framvegis ofta saman við fleiri av spælarunum í felagnum. Eisini eftir at hann sjálvur
Hetta var fyrstu ferð, at Ellis- og Røktarheimið í Runavík skipaði fyri 100 ára degi. Í fjør fylti eitt annað búfólk 100 ár, men valdi at halda dagin í heimbygdini. Og sum skilst og gongur eftir ætlan [...] aftur. Góð ár Tá Niels var smádrongur doyði pápi hansara í Danmark. Eftir hetta kom Niels so til Leirvíkar, har hann búði hjá Fridu og Svend. Hann koma her at búgva í heimi teirra, frá tí hann var 5 ár til [...] kortini ongatíð tann góða uppvøksturin, sum hann hevði havt í heiminum hjá Fridu. Ta fyrstu tíðina aftaná var hann nærum hvørt vikuskifti í Leirvík! Ikki til bingo Heimið hjá Fridu og Svend var eitt serstakt
inum í Leynum. Barnaflokkurin í Múlheiðum taldi 15, og tey komu øll væl undan. Í 1944 mistu tey pápan. Tummas sló út av trolaranum »Skálaberg« á fiskiveiðu. Í 1952 doyði Anna. Judith var fjórða í røðini [...] hennara, vaks upp í Havn í heiminum hjá Edvard og Biritu Lindenskov, har hon var tann elsta í barnaflokkinum. Hon var ein av døtrunum hjá Annu og Tummas í Leynum, tey, sum settu búgv í Múlheiðum. Anna, [...] num í Múlheiðum. Hon var níggju mánaðir gomul, tá hon kom til Havnar í 1925 at vera hjá Biritu og Edvard Lindenskov í Rættará. Tummas í Leynum og Birita vóru systkinabørn. Barnaárini gekk Judith í skúla