Frida hevur alla sína tíð búð í Leirvík, men í januar 1997 flutti hon til heimið í Runavík at búgva.
Foreldrini hjá Fridu vóru: Anna Elisabeth, f. Klein, av Fløtinum á Strondum, og Jógvan Joensen (Jógvan í Jógvanstovu). Seinni bleiv hann nevndur Jógvan við Neyst. Tí hann flutti húsini av Regni í Leirvík og oman við Neyst.
Frida var nummar 4 í røðini av 8 systkjum, 4 gentur og 4 dreingir. Hon er tann einasta, sum er eftir á lívi. Systkini hjá henni vóru: Jóhanna Sofía, sum búði í Leirvík, Malena, ið giftist til Sandavágs, Hjalmar, sum var reiðari og búði í Leirvík, Thorvald, ið giftist til Strendur, og Elsa, Eskild, og John, ið øll búðu í Leirvík.
Í 1925 giftist Frida sum 20 ára gomul við Svend Jacobsen (Svend í Gerðismørk). Tey giftust inn í barnaheim hansara uppi í Gerðismørk, og í 1927 fluttu tey inn í nýggj hús við Krossteig.
Hóast Frida og Svend vóru barnleys, høvdu tey altíð børn hjá sær. Ein systirdóttir Fridu, Marita Heinesen úr Sandavági, kom sum smágenta til teirra og vaks upp upp har. Marita býr í Danmark. Hon arbeiddi í nógv ár í einum barnagarði og er í dag pensionerað.
Seinni koma ein systirsonur Svend, Niels Nielsen, úr Danmark til tey at búgva, og vaks hann eisini upp hjá teimum. Niels býr í dag í Hoyvík og arbeiðir sum málarameistari.
Elsta systir Fridu, Anna Sofía, ið var ógift, búði eisini alt sítt vaksna lív inni hjá teimum.
Frida og Svend vóru sera røsk og nærløgd fólk og høvdu tey eitt tiltikið vakurt og snøkt heim.
Tíðliga í tíðini fekk Frida bindimaskinu og fór at binda fyri fólk, og alt sum hon læt frá sær var væl úr hondum greitt.
Svend var ein raskur sjómaður og tiltikin fiskiklógv. Hann hevði eisini sera stóran áhuga fyri seyði, og røktaði hann í mong ár tveir hagapartar í Leirvík. Hann doyði í 1977, 77 ára gamal.
Frida hevur altíð havt góða heilsu, men fyri eini 12-15 árum síðan fóru eyguni at bila, og í dag er hon blind.
Í sambandi við 100 ára føðingardagin verður opið hús á
Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi frá kl. 15-17. Tað eru familjan, heimið og Leirvíkar kommuna, sum í felag skipa fyri føðingardegnum, har øll eru hjartaliga vælkomin.










