Týsdagin 16. august fyllir Erling Hansen í Funningsfirði 75 ár.
Erling varð føddur í Funningsfirði í 1930. Foreldrini vóru Edmund Hansen úr Funningsfirði og Alma Jóhanna Petersen, ættað úr Hoygarðinum í Funningi. Alma og Edmund áttu nýggju børn: Tvillingarnir Sámal og Malan (Mella), Erling, Svend, Leivur, Amy, Ásmund, Margit og Sólrun. Sólrun doyði bert nakrar dagar gomul, Amy doyði í 1971 og Sámal doyði í 1986.
Orsaka av seinna heimsbardaga slapp Erling ikki til skips, fyrr enn hann var vorðin 15 ár, sum var lutfalsliga gamalt tá í tíðini, men longu tá var hann ein vandur útróðrarmaður. Ikki er langt út á fiskileið á Norðhavinum og tiltikin var Funningsfjørður fyri ta nógvu sildina, ið var fingin inni á fjørðinum bæði við gørnum og nót. Í hesum arbeiði luttók Erling frá smádreingjaárum. Tá bátur var í húsinum, kom eisini mangan boð eftir Erlingi at skjútsa fólk til og frá hinum bygdunum á fjørðinum.
Í 1960 giftist Erling við Sólbjørg Danielsen úr Havn. Tey eiga 6 børn Birgit, Edny, Almu, Hans Erling, Edmund og Barbaru.
Sólbjørg og Erling eiga nú 16 barnabørn.
Sjálvt um árini nú eru vorðin mong, troytir Erling framvegis sjógvin. Hann eigur bátin "Alma J.", sum hann er á fjørðinum við, tá tað liggur fyri. Hann hevur fiskiloyvi eftir hummara á Funningsfirði, og er veðrið til vildar, fer hann eisini onkran túr við snelluni. Um sild er inni á fjørðinum, er hann eisini úti við gørnum.
Ikki bert í Føroyum hevur Erling roynt útróðurin, bæði í Íslandi og Grønlandi hevur hann eisini verið útróðrarmaður.
Erling hevur ikki bara roynt sjógvin. Í Danmark royndi hann seg sum húskallur á einum bóndagarði. Eina tíð arbeiddi hann á Skála Skipasmiðju. Nøkur ár koyrdi hann eisini skúlabørnini í bygdini til skúlagongd á Skálafjørðinum.
Handil høvdu tey eisini í nøkur ár, og einaferð var tað tann stóra dillan hjá ungfólki í Eysturoynni at koyra til grillbarrina í Funningsfirði, sum Sólbjørg og Erling høvdu.
Álitisstørv hevur Erling eisini røkt. Hann var bygdaráðslimur nakrar setur. Grindaformaður var hann eisini í fleiri ár.
Tá summarferian er, koma børn og barnabørn at ferðast og hjálpa til við at hoyggja gerðið, sum er oman fyri húsini. Tá eru eini 20 fólk í húsi, men har hjartarúm er, er eisini húsarúm og hjartarúm trýtir ikki hjá Sólbjørg og Erlingi. Tað er ikki uttan orsøk, at barnabørnini dáma so væl at vitja.
Blíðskapurin hevur altíð verið óførur heima hjá Sólbjørg og Erlingi, vart tú kendur ella fremmandur, líka vælkomin vart tú fyri tað. Tey munnu ikki vera so fá, sum hava gist hjá teimum í Funningsfirði.
Hjálpsamur og ósjálvsøkin er hann sum fáur; verður heitt á hann, er hann skjótur at sleppa sínum egna og veita øðrum eina hjálpandi hond. Serliga eru børnini takksom fyri ta hjálp, sum tey bæði Sólbjørg og Erling hava veitt teimum, líka frá barnsbeini og til nú, tá øll sjálvi hava sett búgv.
Í dag leggur hann ikki so nógv fyri í útróðrinum, men kvikur er hann framvegis, og kemur tú á tal við hann, finnur tú skjótt út av, at her er ein maður, sum hevur gott skil fyri tí, sum fyriferst bæði á sjógvi og landi.
Føðingardagin heldur hann týsdagin í Havn hjá Edny og Páll í Tjarnaralág 15. Tey, sum vilja heilsa upp á Erling, eru vælkomin frá kl. 18.
Heilsan
Børn, svigarbørn og barnabørn









