Sri Lanka á eggini til borgarakríggj

Morðið á srilankiska uttanríkisráðharran hóttir við at forkoma friðinum í landinum. Enn er eingin tikin í sambandi við morð-ið, og landið er sett í undantaksstøðu

Teir tamilsku tikararnir har norðuri í landinum hava avsannað, at teir høvdu nakað samband við tilburðin, tá Lakshman Kadingamar, uttanríkisráðharri, bleiv skotin um vikuskiftið. Men myndugleikarnir í Colombo tykjast hava eina aðra uppfatan av støðuni.
 Vit fordøma hesa brotsgerðina, og sambært trygdarkeldunum var tað tann tamilski frælsisherurin, sum myrdi hann, segði Mathinda Rajapaksa, forsætisráðharri, sunnudagin.
Í Sri Lanka undrast fleiri á, hvussu tað bera til, at uttanríkisráðharrin bleiv myrdur. Sagt verður, at eingin ráðharri hevði so góða verju sum hann, men kortini eydnaðist tað drápsmonnunum at skjóta hann. Hann varð raktur í høvdið og bringuna og doyði stutt eftir.
Lakshman Kadingamar var sjálvur tamili, men ein av teimum fáu kristnu tamilunum, og summir tamilar vildu vera við, at hann arbeiddi ímóti tí tamilska minnilutanum, og at hann tí var ein svíkjari. Men talsmenn hjá tamilunum halda uppá, at tað vóru ikki tamilar, sum myrdu hann, men at stjórnin heldur eigur at leita ímillum sínar egnu, ætlar hon at finna drápsmenninar.
Útlendskir eygleiðarar í Sri Lanka siga, at støðan í landinum er sera spent, og at landið er á eggini til borgarakríggj. Chandrika Kamaratunga, forseti, hevur lýst landið í undantaksstøðu.