100 ár: - Hon var tiltikin ordilig. Og sera arbeiðssom.
So beinrakið lýsir Niels Nielsen hesa megnarkvinnu, sum hann kom at hava so tætt samband við gjøgnum barnaár síni.
Hann kom at búgva hjá henni í samfull fimtan ár, og hevur tí eisini verið vitni til tað ídni og arbeiðssemi, sum sermerkti hesa kvinnuna, bæði innanveggja og uttandura.
Niels var sjálvandi við til tann stóra føðingardagin týsdagin. Her fekk hann eisini heiðurssess, nærhendis Fridu, ið bleiv sum ein mamma fyri hann.
Hetta var fyrstu ferð, at Ellis- og Røktarheimið í Runavík skipaði fyri 100 ára degi. Í fjør fylti eitt annað búfólk 100 ár, men valdi at halda dagin í heimbygdini.
Og sum skilst og gongur eftir ætlan, so verða helst ikki alt ov nógvir dagar aftrat, til tann næsti 100 ára dagurin verður á Ellis- og Røktarheiminum aftur.
Góð ár
Tá Niels var smádrongur doyði pápi hansara í Danmark. Eftir hetta kom Niels so til Leirvíkar, har hann búði hjá Fridu og Svend.
Hann koma her at búgva í heimi teirra, frá tí hann var 5 ár til hann gjørdist 20 frá 1957 til 1972.
- Hetta vóru 15 sera góð ár, sigur Niels, nú hann við gleði kundi taka ímóti teimum mongu gestunum, sum vildu hátíðarhalda dagin hjá Fridu.
Mamma hansara tók sær av hinum yngru systkjum hansara, meðan hann sjálvur altso búði hjá Fridu í Leirvík.
- Hóast hon var sum ein mamma fyri meg, so rópti eg hana kortini ongatíð fyri mamma. Hon æt bara Frida, sigur Niels.
Tá Niels so flutti út úr heimi hennara, so gloymdi hann kortini ongatíð tann góða uppvøksturin, sum hann hevði havt í heiminum hjá Fridu.
Ta fyrstu tíðina aftaná var hann nærum hvørt vikuskifti í Leirvík!
Ikki til bingo
Heimið hjá Fridu og Svend var eitt serstakt heim og væl útgjørt á mangan hátt. Heimið var eisini millum tey fyrstu sum fingu wc í Leirvík.
Tað kravdist at heimið var so væl útgjørt, tí Frida livdi eitt sera virkið lív. Hon var sera arbeiðssom, og var við á nógvum ymiskum økjum.
Millum alt hetta kann nevnast: Hon vaskaði á flakavirkinum Frost. Hon seymaði. Hon kokkaðist. Hon bant fyri fólk. Og hjá henni gistu m.a. eisini teir menninir, sum høvdu einihvørji arbeiðsørindi á flakavirkinum í bygdini.
- Jú, hetta var eitt fyrimyndarligt hús, sigur Niels.
Við einum so virknum gerandisdegi so var ikki nógv tíð til uttandura virksemi.
- Ja, eg veit so einki um at hon gekk til bingo, sigur Niels við einum brosi.
Mett
Nú, aldurin er vorðin so høgur, kann hon líta aftur á eitt gott lív, við góðum løtum og við minni góðum løtum.
Hon hevur verið at kalla heilt blind tey seinastu árini, og hevur tí ikki kunnað lisið ein einasta stav.
Hon hevur kortini fylgt við í tí, sum gekk fyri seg rundan um hana.
- Men nú sigur hon seg vera mettað av døgum, staðfestir Niels.