løgtingið eftir kríggið setti eina staðanevnd at taka sær av at savna inn tilfar um staðanøvn, varð heitt á lærarar í teimum ymisku bygdunum um at taka sær av hesi uppgávu. Ein teirra var Leifur Tróndarson (1901-1980) [...] bókini av húsum í Skálavík, sum eru bygd áðrenn ár 1900. Bókin er 166 síður og er prentað hjá Føroyaprent. Hon verður seld gjøgnum Bókamiðsøluna og verður til keyps í bókabúðum í Havn, Eldhús á Sandi og í
Tey eru Thordur Thorsteinsson úr Havn og Ann-Mari Jensen av Sandi. Thordur er 44 ára gamal, sonur Maritu, f. Hentze, og Georg Thorsteinsson í Havn. Hann hevur handilsútbúgving og rak tógvhandilin Igloo [...] Igloo í Havn í 9 ár. Ann-Mari er 39 ára gomul, dóttir Sólrun, f. Johannesen, og Ásbjørn Jensen á Sandi. Hon er útbúgving sum almanna- og heilsuhjálpari og hevur búð í Kepmannahavn í 8 ár, har hon lærdi og
hevði næstan 30 ár á baki og var gjørt úr gummi, meðan nýggja undirlagið er gjørt úr graslíki, við sandi eins og fótbóltsvøllirnir. Nú eru líkindini góð fyri at spæla tennis, og tennisfelagið vónar at hetta [...] hevur Tórshavnar komuna vátta at ljósmastrar verða settar upp, og at felagshús verður gjørt við síðina av vøllinum. Gongur alt eftir ætlan, verður hetta liðugt í seinasta lagið í 2020. Formaðurin í Havnar
ikki bara fuglur er fram við landinum. Men fuglurin var har. Larmurin av ritu og karrandi lomviga kappaðist um sansirnar við deymin av fuglaskræpu, sum stóð so tráður niður úr drangunum, vit sigldu tætt [...] og legði teir undir at hava gjørt tað við vilja. Kópurin undir oynni liggur Undir Djúpabergi var væl av kópi at síggja fram við landi. Onkuntíð stóðu einir tíggju grúkar undan samstundis. Og á eini fles [...] Hann er í minking, halda sandingarnir. Men nógv er til kortini. Og skúgvurin fær ein bita soleiðis av og á, so hvørt, sum tað dettur ein pisa á sjógvin, ella hann kann taka sær eina sjálvur. Hóast tað
brunnar, sum er bundnir av hvørjum øðrum. Triði brunnurin verður so boraður í 2005, sum er seinasta loyvisárið í 1. útbjóðing. Hvat er so fyribils úrslitið av evalueringini av teimum báðum boringunum, [...] meginpartinum av váðanum í sínum loyvi. Kann tað hugsast, at t.d. eitt felag sum BP vil gerast partur av tí lisensinum eisini? -Eg gangi út frá, at tað er ein møguleiki, sum tó má verða góðkendur av myndugleikunum [...] hevur fingið litið upp í hendi leiðsluna av leitingini við eitt nú Føroyar. Hann vitjaði herfyri í Føroyum og hevði fund á skrivstovuni hjá BP saman við fleiri av serfrøðingunum hjá felagnum. Teir gjørdu
ber til at verja fornminnini. Arbeiðið við bakkaverjum í Kirkjubø, í Hvalba, á Sandi og í Húsavík, har bakkin fór illa av brimi í vetur, heldur fram. Tjóðsavnið arbeiðir eisini við at varðveita friðað [...] Tjóðsavninum, greiddi landsstýrismanninum frá Koltursætlanini og hvalastøðini við Áir, sum eru tvær av stóru verkætlanunum, ið Tjóðsavnið hevur arbeitt við seinastu árini. Arbeiðið at tryggja bygningarnar [...] gleðir seg at fylgja arbeiðinum í Koltri. Arbeiðið við bakkaverjum framman fyri fornminni, ið eru hótt av brimi, hevur verið raðfest í nøkur ár, og tað hevur stóran týdning, at hetta heldur fram, greiddi Herleif
nýggjur borgarstjóri á Sandi, staðfestir, at tað kennist væl, at hann nú er vorðin borgarstjóri og vónar at stríðið er av. Tað hevur verið nógv stríð í kommunustýrinum á Sandi, men nú er nýggjur borgarstjóri [...] borgarstjóri, og hann vónar, at eljustríðið, sum hevur verið, nú er av. - Eg vóni, at vit nú fáa stabilari viðurskifti, enn vit hava havt, sigur Brandur Sandoy, sum var maðurin, sum upprunaliga varð valdur
ongantíð við gamla Sildberanum aftur, sigur borgarstjórin brosandi. Hann vísir á, at meðan túrurin av Sandi til Skúvoyar og aftur til Sands tók hálvan annan tíma ella meira við gamla Sildberanum, tekur tað
Leirvík í annaðkvøld. Tá verður dysturin spældur frá 9. umfari, sum dómarin var so skilagóður av blása av, tí hann metti, at líkindi ikki vóru at spæla. B71 hevur 24 stig, og LÍF hevur 23 stig. AB er við [...] fyri nýggja felagið hjá sær. Aleksander Djordjevic hevur ábyrgdina av næstbesta KÍ liðnum, sum hesa ferð so at siga bara var mannað´av ungum spælarum. Eftir steðgin setti ábyrgdarmaðurin seg sjálvan á vøllin [...] ar undan seinna umfarinum uppaftur torførari, tá ið Karl Johan Djurhuus varð rikin av vøllinum í síðstu sekundunum av 1. hálvleiki. SÍ hevði gott pláss í 2. hálvleiki, og undanvindurin gjørdist betri,
verður fyri, at rennibreytirnar kunnu koma seinni, uttan at nakað av arbeiðnum, sum í fyrstu atløgu skal gerast, fer fyri skeytið. Hetta kemst av, at áskoðaraplássini, ið verða framvið báðum síðunum, verða gjørd [...] ætlan, sum kostar meiri enn 26 milliónir krónur. Í staðin verður í fyrstu atløgu farið undir ein part av ætlanini. Hesin fevnir um sjálvan vøllin og so sitipláss til 4.200 áskoðarar. Annað stigið í at fullfíggja [...] meðan økið, har áskoðaraplássini í fyrstu atløgu verða, tá verður brúkt til rennibreytir. Kostnaðurin av tí, sum nú skal gerast, verður mettur til tíggju milliónir krónur, og tað verður ikki mett ráðiligt