Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, greiddi landsstýrismanninum frá Koltursætlanini og hvalastøðini við Áir, sum eru tvær av stóru verkætlanunum, ið Tjóðsavnið hevur arbeitt við seinastu árini.
Arbeiðið at tryggja bygningarnar á hvalastøðini við Áir er liðugt, og farið verður nú undir varðveitingararbeiði innandura og við tangum, kvørnum, spølum og øðrum maskinum á støðini. Arbeitt verður fram ímóti at hvalastøðin kann veita regluligar savnstænastur alt árið.
Koltursætlanin er komin undir land fíggjarliga, og ætlanin er at arbeiðið verður boðið út seinni í ár. Ætlanin fevnir um ein vitjanardepil við hølum til setursskúla, granskingarhølum og framsýningum um náttúru og mentan í Koltri. Bátasmiðjan hjá Niclasi í Koltri verður endurbygd, høvi verður at vitja býlingarnar og gøtuskipan verður gjørd, so tað ber til hjá fólki at koma kring oynna. Endamálið er, at miðla føroyska náttúru- og mentanarsøgu, frá landnámi og fram til okkara tíð.
– Við Koltursætlanini verður oyggin eitt spennandi og mennandi ferðamál hjá okkum øllum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, ið gleðir seg at fylgja arbeiðinum í Koltri.
Arbeiðið við bakkaverjum framman fyri fornminni, ið eru hótt av brimi, hevur verið raðfest í nøkur ár, og tað hevur stóran týdning, at hetta heldur fram, greiddi Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, frá. Í summum førum ber til at stoypa verjugarð framman fyri fornminnini, men í øðrum førum kann gerast neyðugt at grava fornminnini út, tí umstøðurnar gera, at tað í longdini ikki ber til at verja fornminnini. Arbeiðið við bakkaverjum í Kirkjubø, í Hvalba, á Sandi og í Húsavík, har bakkin fór illa av brimi í vetur, heldur fram.
Tjóðsavnið arbeiðir eisini við at varðveita friðað hús kring landið. Friðaðu húsini og mentanarsøguligu umhvørvini kring tey eru týðandi fyri bygdasavnsvirksemið kring landið.
– Eg eri sera fegin um at Tjóðsavnið arbeiðir saman við kommunum og bygdasøvnum um at menna savnsvirksemið kring landið, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Virksemið á Tjóðsavninum fevnir um náttúru- og mentanarsøguligt savnsvirksemi umframt myndugleikauppgávur, eitt nú í sambandi við friðing av fornminnum og bygningum, ráðgeving og stuðul til bygdasøvn og mentanarsøgulig skip og UNESCO-sáttmálar.