Oljuleiting á Atlantsmótinum
Hóast tað ikki eru tær stóru hendingarnar, ið fara fram í løtuni í sambandi við leiting eftir olju á føroyska landgrunninum, sum henda broytingar av og á innanhýsis í feløgunum, ið arbeiða her. Eitt nú hevur BP fingið ein nýggjan leitingarstjóra ?Exploration Manager?. Tað er Richard Hollingsworth, sum hevur arbeitt nógva staðni úti í heimi fyri BP, tey seinastu árini í Norra. Richard arbeiður nú í Aberdeen og hevur fingið litið upp í hendi leiðsluna av leitingini við eitt nú Føroyar. Hann vitjaði herfyri í Føroyum og hevði fund á skrivstovuni hjá BP saman við fleiri av serfrøðingunum hjá felagnum. Teir gjørdu støðuna upp eftir boringina í fjør og tað kanningararbeiðið, sum hevur verið gjørt eftir tað. Eisini var fundur við Oljumálastýrið.
Vit spurdu Richard Hollingsworth, hvussu tað kann bera til, at eitt so roynt og professionelt felag sum BP heilar tvær ferðir, Svínoy og Assynt, rakar skeivt ella mistulkar seismikkin í einum øki, har teir jú frammanundan hava funnið oljufeltini Foinaven og Schiehallion.
-Vit mugu ikki gloyma, at hóast her er talan um eitt øki, Atlantsmótið, og Foinaven og Schiehallion liggja í sama basengi, so liggja hesi feltini í einum heilt øðrum parti av basenginum, har jarðfrøðin er nógv øðrvísi. Vit mugu heldur ikki gloyma, at boringarnar í Føroyum og nær markinum eru á nógv djúpri vatni. Vit kenna hetta eisini aftur frá øðrum basengum kring alla verðina, í Norðsjónum og í Meksikanska flógvanum, har tú fer frá grunnum vatni og út á djúpt vatn. Tá broytist støðan eisini nógv. Tí haldi eg ikki, at vit eiga at verða so ovfarin kortini.
Richard Hollingsworth sigur, at teir sjálvandi høvdu ymisk prospekt tvs. mál at fara eftir, tá teir settu út í kortið. Teir mettu, at Svínoy og Assynt vóru tey frægastu málini at fara eftir tá.
Hann sigur víðari, at teir hava enn ikki gjørt upp, hvar teir fara at bora næstu og triðju ferð í føroyska lisensinum. ?Vit hava hesar seinastu seks mánaðirnar gjøgnumgingið alt tilfarið frá brunnunum. Har vóru nøkur yvirraskilsi, og tí máttu vit endurskoða kanningarnar og eisini gera okkara sammetingar við hinar brunnarnar, har fund eru gjørd, av nýggjum.
Richard Hollingsworth leggur aftrat, at teir fara nú at brúka komandi hálva árið til at gera sítt kanningarbeiði av nýggjum liðugt og koma aftur til Føroya á fund við myndugleikarnar og partnararnar her í oktober.
Uppá fyrispurning hvønn týdning komandi metingarbrunnurin hjá Amerada Hess í bretskum øki hevur fyri arbeiðið hjá BP og Shell sigur Richard Hollingsworth, at hetta er sjálvsagt ein áhugaverd boring, men hon er ikki so týdningarmikil fyri teir sum referancupunkt, tí hon liggur so tætt við. Hon fer kanska at geva nakað av data, sum BP kann hava áhuga í men neyvan tað heilt stóra. Hann leggur so aftrat, at tað er heldur ikki vist, at teir fáa atgongd til teir upplýsingar, sum komandi boring hjá Hess fer at geva.
Bora í 2004
Hann vísir annars á, at BP hevur ongar ætlanir um at bora kanningarbrunnar í føroyskum ella bretskum øki hvørki í ár ella næsta ár. Men helst verður borað aftur í 2004. Teir fara helst bara at bora tann eina av teimum báðum brunnunum, sum teir hava bundið seg til. Men tað hevur so eisini samband við tað arbeiði, sum verður gjørt nú tíðliga næsta ár. -Vit vilja sleppa undan at bora tveir brunnar, sum er bundnir av hvørjum øðrum. Triði brunnurin verður so boraður í 2005, sum er seinasta loyvisárið í 1. útbjóðing.
Hvat er so fyribils úrslitið av evalueringini av teimum báðum boringunum, Svínoy á føroyskum øki og Assynt á bretskum øki. Richard Hollingsworth sigur: -Brunnarnir vísa meira enn nakað annað, at har er nógv meira av sandi í skipanini enn mett. Tí er tað rættiliga týdningarmikið fyri okkum at kortleggja sokallað ?seals? í smálutum. BP fer at tulka seismikkin umaftur og hava teir eisini í kvittanum at útvega sær nýggj data. Teir hava m.a. fingið seismikktilfar frá Agip, sum so hevur fingið okkurt annað afturfyri.
Vit spurdu Richard Hollingsworth, um teir hava hugt eftir øðrum pørtum av tí útbjóðaða Føroyaøkinum, nú teir einki funnið í fyrstu boring síni. Hann sigur, at áðrenn teir buðu í 1. útbjóðing, kannaðu teir stóran part av føroyaøkinum. Síðani teir boraðu ein brunn í oktober hava teir bert hugt eftir sínum egna lisensi. Har skal nógv arbeiði gerast aftrat.
Uppá fyrispurning um BP hevur hugsað um at koma sær uppí onkran annan lisens í 1. útbjóðing sigur Richard Hollingsworth, at hetta er ikki nakað teir hava tosað um, men hann viðgongur, at hetta sjálvandi er ein møguleiki.
-Agip stendur enn fyri meginpartinum av váðanum í sínum loyvi. Kann tað hugsast, at t.d. eitt felag sum BP vil gerast partur av tí lisensinum eisini?
-Eg gangi út frá, at tað er ein møguleiki, sum tó má verða góðkendur av myndugleikunum. Men vit hava ikki hugt at tí møguleikanum. Vit hava heldur ikki fingið nakran fyrispurning.
Vit spurdu Richard Hollingsworth, hvørjar avleiðingar tað fær, nú Shell, sum er partnari hjá BP, er við at keypa upp Enterprise Oil, sum er partur av Statoil-lisensinum?
-Tað fær onga avleiðing fyri BP men bara fyri Shell, tí tað nú er í fleiri loyvum. Tað mugu tit spyrja Shell um. Men eg dugi ikki at síggja, at tað skal hava nakrar broytingar við sær fyri okkara samstarv við Shell, um teir eisini eru í onkrum øðrum bólki.