Nýggi borgarstjórin vónar frið

Brandur Sandoy, nýggjur borgarstjóri á Sandi, staðfestir, at tað kennist væl, at hann nú er vorðin borgarstjóri og vónar at stríðið er av. Tað hevur verið nógv stríð í kommunustýrinum á Sandi, men nú er nýggjur borgarstjóri, og hann vónar, at eljustríðið, sum hevur verið, nú er av.

- Eg vóni, at vit nú fáa stabilari viðurskifti, enn vit hava havt, sigur Brandur Sandoy, sum var maðurin, sum upprunaliga varð valdur á lista saman við Pálli á Reynatúgvu, men sum seinni saman við trimum øðrum heitti á nú fráfarna borgarstjóran at leggja frá sær.