Nýggir parkeringsansarar í Havn

1. september 2003 vórðu tvey nýggj fólk sett í starv sum parkeringsansarar í Tórshavnar Kommunu.

Tey eru Thordur Thorsteinsson úr Havn og Ann-Mari Jensen av Sandi.
Thordur er 44 ára gamal, sonur Maritu, f. Hentze, og Georg Thorsteinsson í Havn. Hann hevur handilsútbúgving og rak tógvhandilin Igloo í Havn í 9 ár.
Ann-Mari er 39 ára gomul, dóttir Sólrun, f. Johannesen, og Ásbjørn Jensen á Sandi. Hon er útbúgving sum almanna- og heilsuhjálpari og hevur búð í Kepmannahavn í 8 ár, har hon lærdi og arbeiddi á einum røktarheimi.
Parkeringsansararnir hoyra undir Føroya Landfúta, og Ann-Mari og Thordur arbeiða út frá Politistøðini í Havn.