Nýggi rækjutrolarin hjá Vágbingum fiskar væl

South Island hevur avreitt fimm ferðir. Tilsamans hevur hann avreitt 1100 tons

Higartil hevur tað gingið væl hjá nýggja rækjutrolarunum hjá vágbingum.South Island fór til fiskiskap 1. mars og nú fara teir skjótt at avreiða at sætta túrinum.

Seinast teir avreiddu var 7. juli, tá ið teir løgdu fimtu lastina upp á land.

Hesar fimm túrarnar hava teir avreitt tilsamans 1100 tons. Sostatt hevur South Island í miðal fingið 275 tons um mánaðin.

Og hendan sætta túrin hevur fiskiskapurin verið tann sami, so nú fara teir skjótt innaftur.

Hesin South Island er tann báturin, sum vágbingar í ár keyptu úr Íslandi fyri tann gamla South Island, sum í fjør varð seldur til USA.

Talan var um navnframa íslendska trolaran ?Bessi? sum tá kom undir føroyskt flagg.

Bessi kostaði um 60 milliónir.

Nýggi trolarin er nógv størri enn tann gamli var og umstøðurnar og trivnaðurin hjá manningini eru nógv betri.

Men nýggi trolarin skuldi eisini fiskað væl meiri enn tann gamli fyri at tað skuldi mala runt. Hann skuldi fiskað fyri góðar 30 milliónir um árið fyri at bera seg.

Og nú báturin hevur verið burtur í næstan fimm mánaðir, kann staðfestast, at higartil hevur fiskiskapurin gingið sum ætlað.

Eli Frederiksen, reiðari, sigur, at fiskiskapurin higartil hevur gingið sum ætlað.

Allar fimm lastirnar, sum hann hevur avreitt, eru lagdar upp í Kirkenes og í Tróndheimi í Noregi.

Men tær báðar fyrstu lastirnar vórðu seldar í Noegi.

Tær tríggjar seinastu lastirnar eru hinvegin seldar til rækjuvirkið á Oyri og tær eru sø førdar heim úr Noregi við farmaskipi.

South Island hevur fiskað í Barentshavi. Har verður hann væntandi verandi til í september, tá ið hann helst kemur heim.

Ætlanin hevur alla tíðina verið at gera ábøtur á verksmiðjuna umborð og reiðarin heldur, at tað kundi verið eitt gott høvi at gjørt tað tá, tí hetta er slakasta tíðin har eysturi.

Havt South Island fer aftaná tað, veit Eli Frederiksen ikki enn.ið! Øði kom í rossið, sum fór spolandi oman gjøgnum hagan.

Oh Harrans ólukka. Sigmaðurin kom við fullari ferð upp gjøgnum bergið við øllum fonginum. Fótafimur var hann, so hann rann uppeftir. Men tá hann kom um upsina, vóru bara maðurin og nakrir havhestaveingir eftir á endanum. So nógv hevði ferðin verið upp gjøgnum bergið.

»Tú átti at fortalt frá, tá tit báðir vóru uppi her«, sigur Jóan Petur við Harald.

Jú, Harald gongur við til at fortelja.

Teir høvdu verið tveir mans uppi í berginum og vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var at loypa, og hann var tann fyrri maðurin, sum leyp. Tað gekk væl, men tá tann seinni skuldi loypa, var báturin farin frá, og hann fór í havið og líka á botn.

Tað var ikki við mýkindum, hann kom uppaftur. Har lá hann við høvdinum undan og lovaði at drepa. Hann var í øðini og legði teir undir at hava gjørt tað við vilja.


Kópurin undir oynni liggur

Undir Djúpabergi var væl av kópi at síggja fram við landi. Onkuntíð stóðu einir tíggju grúkar undan samstundis. Og á eini fles lógu teir og hugnaðu sær. Tað var hugtakandi og stuttligt at síggja, at ikki bara fuglur er fram við landinum.

Men fuglurin var har. Larmurin av ritu og karrandi lomviga kappaðist um sansirnar við deymin av fuglaskræpu, sum stóð so tráður niður úr drangunum, vit sigldu tætt inni undir.

Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur kortini.

Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir nakra ovveiðu longur. Hann er í minking, halda sandingarnir.

Men nógv er til kortini. Og skúgvurin fær ein bita soleiðis av og á, so hvørt, sum tað dettur ein pisa á sjógvin, ella hann kann taka sær eina sjálvur.

Hóast tað er heldur sjáldsamt, upplivdu vit á túrinum hendan dagin at síggja skúgvin verða jagaðan. Tað var ein bakur, sum legði eftir honum, og skúgvurin, sum annars plagar at vera tann, sum eltir, helt undan.

Komnir norð á Lokloysi, legði Jóan Petur inn á víkina. Her er gomul neyðhavn hjá bátum, sum noyddust at seta upp fyri veður. Steindeytt var innan fyri hendan dagin, og vit fóru á land.

At teir hava nýtt plássið sum lending, sæst týðiliga enn. Farvegurin av einum spæli at taka bátarnar upp við, sæst væl.

Vt gingu suður eftir helluni. Sóu onkra lundapisu, sum var farin heldur tíðliga úr holuni. Nakrar deyðar lundar og onkra ritupisu, sum sundurskrødd lá á helluni.

Teir staðkendu menninir bóðu okkum halda okkum annaðhvørt heilt inni undir loftinum ella uttast á helluni, tí steinar kundu detta úr berginum. Har ferðast bæði fuglur og seyður í erva. Og meðan vit gingu, kom ein lítil steinur sendandi í helluna ikki langt frá okkum. Men hann rakti ongan, og vit komu væl nøgd aftur í bátin.

Fyri okkum, tá vit komu út aftur, stóðu tveir kópar. Annar kavaði og var so óheppin at koma upp aftur beint fyri stevninum á bátinum, sum kom spakulig glíðandi fram við helluni. Kópurin gjørdist rættiliga kløkkur, og tað var ein øgiligur brestur, tá hann kavaði aftur. Hann er helst flýddur langt, tí vit sóu hann ikki koma uppaftur.


Fakta:


Siglitúrur fram við Sandoynni fyri vestan.

Eisini verða túrar gjørdir undir Skúvoynna og Stóru Dímun.

Siglt verður við seksæringinum Hvíthamri.

Túrurin undir Sandoynna tekur umleið fýra tímar.

Kostnaður: kr. 150,- fyri hvønn.

Tilmelding er hjá Jóan Petur Clementsen á Sandi.

Tlf. 36 10 19

Fartlf.28 61 19

Ella á Sandoyar Kunningarstovu

Tlf.36 18 36

Fartlf.22 20 78