vikuskiftinum Týskaland fyrst, beint undan Føroyum, og á triðja plássi Svøríki, soleiðis bleiv endaspurturin á kappingini ?Vakrasta í Europa" Umleið 30.000 savnarar góvu sína atkvøðu og 28 prosent atkvøddu [...] atkvøddu fyri Týskalandi, 26 prosent fyri Føroyum og 12 prosent fyri Svøríki, síðani komu lond sum Slovenia, Áland og Luxembourg. Føroyar vunnu 2. pláss fyri ?smyrilin", sum Edward Fuglø so meistarliga hevur teknað [...] luttóku í kappingini vóru frá 2002 Sigast kann, at Føroyar eru í góðum vertskapi, tí lond sum Týskaland og Svøríki eru í heimsflokki, tá tað snýr seg um dygd á frímerkjunum.
Zachariasen so verður tað longu fyrst í komandi ári. - Byggingin hevur gingið sera væl. Bæði tíðarætlanin og kostnaðarætlanin hava hildið, og samstarvið við arkitektar og arbeiðstakar hevur eisini verið [...] búfólkum. Í løtuni verður m.a. arbeitt við leggja raksturin til rættis og at skipa ta nevndina, sum skal standa fyri upptøkuni av búfólkunum og øðrum í tí sambandinum.
at hann framvegis selur fløgur og dregur stórar skarar av fólki til sínar framførslur. Og soleið-is var eisini í Keyp-mannahavn hetta kvøldið, tí eini 20.000 fólk vóru og lurtaðu. Shaky legði ikki so ógvusliga [...] hann fyrst spældi Oh Julie við sanginum Marie, Marie beint í hølunum, kom brádliga lív í fjøldina. Hann hevði ein vælmannaðan tón-leikabólk við sær á pallin, og tað gjørdi framførsluna livandi og góða
kirkju. Nú varð arbeiðið endiliga byrjað, og grundarsteinurin varð lagdur av royalum hondum. Nógv fólk, bæði børn og vaksin vóru savnað at síggja stórhendingina. Fyrst varð sálmurin »Kirken den er et gammelt [...] stemmaðu øll í. Síðani helt bispur eina røðu, og eftir hann kom dómpróvsturin, Bjarni Bech, sum las eitt skjal við øllum faktuellum upplýsingum um dagin upp. Og so kom stóra løtan, tá steinurin varð lagdur [...] lagdur. Ella rættari steinarnir, tí Margretha legði ein og prinsurin slapp eisini at leggja ein. Síðani varð aftur ein sálmur sungin, áðrenn royala fylgið fór inn í Hoyvíkar skúla.
Drongurin hevði fyrst stolið súkkuna í Miðvági og var síðani farin til stroks við henni. Hann hevur havt ov nógva ferð, tá hann er komin til Sandavágs. Tjóvurin missir tamarhaldið á súkkluni og endar í garðinum [...] garðinum. Drongurin fekk skaða og mátti flytast á landssjúkrahúsið. Hann hevur brotið beinið og fingið aðrar snuddir. Orsøkin til óhappið var ov nógv ferð, upplýsir løgreglan í Vágunum. Hetta serliga slagið [...] slagið av motorsúkklum er ikki ætlað til vanliga vegkoyring á asfalti, og tí liggja hesar súkklurnar ikki væl á vegnum. Drongurin verður væntandi ákærdur fyri stuldur.
millum klokkan 13 og 17. Petur Zachariassen sigur soleiðis um sendingina: - So verður aftur sent beinleiðis úr Suðuroy og hósdagin 6. Oktober verður byrjað á Tvøroyri klokkan 13. Fyrst verður sent í ein [...] tosa við leiðslu og starvsfólk á Varðanum Pelagic. Síðani verður sent frá klokkan 14 til klokkan 16.50 á føroyskum, har hin verturin, Petur Zachariassen fer runt og vitjar fyritøkur og privatpersónar, greiðir
til, hvussu vit skipa miðbýarkjarnuna í framtíðini, og tað er úrslitið av einari tilgongd, sum byrjaði fyrst í 2022. Tú kanst lesa meira um tilgongdina og karmarnar fyri uppskotinum niðanfyri. Á hesari síðuni [...] miðbýnum og upptøkur frá kunnandi borgarafundinum, ið varð hildin í Finsen mikudagin 25. januar 2023, skrivar Tórshavnar kommuna. Niðanfyri sært tú millum annað simuleringsvideo av miðbýnum og upptøkur [...] »Urtagarðsbýurin« er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum og liggja til grund fyri nýggjari serstakari byggisamtykt fyri miðbýin, skrivar Tórshavnar kommuna. – Urtagarðsbýurin er eitt skipanaruppskot
av hýsu og toski og koma inn at landa fyrst í næstu viku. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at níggju frystilínuskip eisini eru til fiskiskap. - Øll uttan eitt fiska í føroyskum sjógvi, og tað eina [...] eina er so í íslendskum sjógvi. Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. - Streymurin verður hampiligur í næstu viku, men veðrið verður vánaligt. Tí verður [...] útróðri. Onkur av teimum størru útróðrarbátunum ger kanska onkran túr. - Útróðrarbátarir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Teir hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.
kappast í tveimum greinum. Trekk, har lyft verður í einari rørslu frá gólvinum og upp um høvd. Og vend & stoyt, har vektin fyrst verður lyft upp á akslarnar, áðrenn lyftarin stoytir vektina upp um høvd. Hvør [...] Bæði kvinnur og menn fara á pallin í dag, tá FM-kappingin í olympiskari vektlyfting verður hildiní Finsen í Havn. Klokkan 11 byrjar kappingin hjá kvinnum, og tá tær eru lidnar, fara menninir undir sína [...] iganum. Tá verða lyftini roknað í mun til kropsvektina hjá einstaka lyftaranum, soleiðis at lættir og tungir lyftarar eisini kunnu kappast sínamillum.
Skipini fáa eisini nakað av hjáveiði, eitt nú longu, hýsu og tosk. - Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Og soleiðis hevur verið í langa tíð - fyri ikki at siga í nøkur [...] løtuni er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir koma væntandi inn at landa fyrst í næstu viku. - Teir hava svartkalva og kongafisk, verður lagt aftrat. Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju [...] onkur fer væntandi útaftur í næstum. Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. - Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll landa í næstu viku, verður lagt aftrat.