Bæði kvinnur og menn fara á pallin í dag, tá FM-kappingin í olympiskari vektlyfting verður hildiní Finsen í Havn.
Klokkan 11 byrjar kappingin hjá kvinnum, og tá tær eru lidnar, fara menninir undir sína kapping.
Í olympiskari vektlyfting verður kappast í tveimum greinum. Trekk, har lyft verður í einari rørslu frá gólvinum og upp um høvd. Og vend & stoyt, har vektin fyrst verður lyft upp á akslarnar, áðrenn lyftarin stoytir vektina upp um høvd. Hvør lyftari hevur tríggjar royndir í hvørjari kappingargrein.
Kappast verður í vektflokkum, men hartil verður eisini kappast eftir sonevnda Sinclair-stiganum. Tá verða lyftini roknað í mun til kropsvektina hjá einstaka lyftaranum, soleiðis at lættir og tungir lyftarar eisini kunnu kappast sínamillum.