Smyrilin vann 2. pláss

Á stórari frímerkjaframsýning í Essen í Týskalandi hevur Postverk Føroya vunnið annað pláss í kappingini hjá Deutsche Briefmarken Revue:
?Wahl der schönsten Briefmarke Europas 2002"

Talan er um útveljingin av vakrasta frímerki í Europa í 2002. Soljóðandi pressuskriv kom úr Týskalandi í vikuskiftinum


Týskaland fyrst, beint undan Føroyum, og á triðja plássi Svøríki, soleiðis bleiv endaspurturin á kappingini ?Vakrasta í Europa"

Umleið 30.000 savnarar góvu sína atkvøðu og 28 prosent atkvøddu fyri Týskalandi, 26 prosent fyri Føroyum og 12 prosent fyri Svøríki, síðani komu lond sum Slovenia, Áland og Luxembourg.

Føroyar vunnu 2. pláss fyri ?smyrilin", sum Edward Fuglø so meistarliga hevur teknað.

Øll frímerkini sum luttóku í kappingini vóru frá 2002

Sigast kann, at Føroyar eru í góðum vertskapi, tí lond sum Týskaland og Svøríki eru í heimsflokki, tá tað snýr seg um dygd á frímerkjunum.