Flestu frystulínuskip eru í føroyskum sjógvi

- Streymurin verður hampiligur í næstu viku, men veðrið verður vánaligt. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Teir fáa mest av hýsu og toski og koma inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at níggju frystilínuskip eisini eru til fiskiskap. 

 

- Øll uttan eitt fiska í føroyskum sjógvi, og tað eina er so í íslendskum sjógvi.

 

Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

 

- Streymurin verður hampiligur í næstu viku, men veðrið verður vánaligt. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri.

 

Onkur av teimum størru útróðrarbátunum ger kanska onkran túr.

 

- Útróðrarbátarir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Teir hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.