Liðugt um ársskiftið

Røktarheimið í Norðstreymoy verður liðugt um ársskiftið. Kostnaurin er 35 mió. kr., og pláss verður fyri 32 búfólkum.

Streymnes: Tað hevur gingið avbera væl við byggingini av nýggja røktarheiminum í Norðstreymoy.
Eftir ætlanini skuldi heimið verða liðugt í februar mánaði næsta ár. Men tað verður fyrri enn so.
Sambært sáttmálanum skal heimið handast Sunda kommunu 20. februar 2006, men sum skilst á borgarstjóranum, Heðin Zachariasen so verður tað longu fyrst í komandi ári.
- Byggingin hevur gingið sera væl. Bæði tíðarætlanin og kostnaðarætlanin hava hildið, og samstarvið við arkitektar og arbeiðstakar hevur eisini verið sera gott, sigur hann við Sosialin.
Í heiminum verður pláss fyri íalt 32 búfólkum.
Í løtuni verður m.a. arbeitt við leggja raksturin til rættis og at skipa ta nevndina, sum skal standa fyri upptøkuni av búfólkunum og øðrum í tí sambandinum.