Ì nógv ár hava hoyvíkingar tosað um at fáa egna kirkju. Nú varð arbeiðið endiliga byrjað, og grundarsteinurin varð lagdur av royalum hondum.
Nógv fólk, bæði børn og vaksin vóru savnað at síggja stórhendingina.
Fyrst varð sálmurin »Kirken den er et gammelt hus« sungin. Tað var greitt, at børnini høvdu vant sálmin frammanundan, tí tey stemmaðu øll í.
Síðani helt bispur eina røðu, og eftir hann kom dómpróvsturin, Bjarni Bech, sum las eitt skjal við øllum faktuellum upplýsingum um dagin upp.
Og so kom stóra løtan, tá steinurin varð lagdur. Ella rættari steinarnir, tí Margretha legði ein og prinsurin slapp eisini at leggja ein.
Síðani varð aftur ein sálmur sungin, áðrenn royala fylgið fór inn í Hoyvíkar skúla.










