Fekk skaða á stolnari motorsúkklu


 

Fríggjanáttina var eitt ferðsluóhapp í Sandavági, tá ein 18 ára gamal drongur rendi í ein garð í bygdini á eini motorsúkklu ella motocross, sum tær eisini verða nevndar. Drongurin hevði fyrst stolið súkkuna í Miðvági og var síðani farin til stroks við henni.

Hann hevur havt ov nógva ferð, tá hann er komin til Sandavágs. Tjóvurin missir tamarhaldið á súkkluni og endar í garðinum. Drongurin fekk skaða og mátti flytast á landssjúkrahúsið. Hann hevur brotið beinið og fingið aðrar snuddir.

Orsøkin til óhappið var ov nógv ferð, upplýsir løgreglan í Vágunum. Hetta serliga slagið av motorsúkklum er ikki ætlað til vanliga vegkoyring á asfalti, og tí liggja hesar súkklurnar ikki væl á vegnum.

Drongurin verður væntandi ákærdur fyri stuldur.