at tey fóru á staðið og fingu steðgað treylaranum. Men tá ið hann varð kannaður, var tað ikki bara bremsuljósið, tað var galið við. Treylarin vísti seg nevniliga at vera í so ringum standi, at løgreglan [...] nummarplátuna av honum á staðið og bilførarin mátti so fáa sær annan fart til húsar. Og tað er ikki av óvart, at tað stendur, at løgreglan tók nummarplátuna, tí hann hevði nevniliga bara eina nummarplátu [...] Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein treylari koyrdi inni í Eysturoynni, á veg ímóti Streymoynni, við ongum bremsuljósi. Ein bilførari, sum koyrdi aftan fyri, boðaði løgregluni
fyritøkum, sum vóru sinnaðar at átaka sær arbeiðið. Tað arbeiðið var liðugt – men síðani hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kolldømt tað arbeiðið, so nú skal alt ganga um aftur. Høgni Hoydal [...] skuldi verða inni. Upprunaliga skuldu fyritøkur, sum vildu sleppa upp í part at gera Fámjinstunnilin, melda til í seinasta lagi hósdagin 13. mai klokkan 14. Men tá ið Landsverk kom eftir, at tað var kristi [...] Tað er nú greitt, at arbeiðið at gera tunnilin til Fámjins, verður seinkað, og sum tað nú liggur í kortunum, verður tunnilin seinkaður upp ímóti einum hálvum ári. Í sambandi við arbeiðið, hevur Landsverk
Hann var ættaður úr Æðuvík, sonur Ellind og Súsonnu. Tá hann varð føddur, var hann ógvuliga sjúkur. Kortini var hann so mikið seigur, at hann kom undan. Dia var sjúkur frá barnsbeini av, og tað gekk rættiliga [...] urskiftum, og hann var tjóðskaparmaður um ein háls. Í fleiri ár vóru Dia og Julia í Nólsoy par, og tað var ikki so sjáldan, at vit á Sosialinum høvdu vitjan av teimum báðum her inni á gólvinum - skemtingarsom [...] sum 15 ára gamalur fór Dia at rógva út við Morging Star, og her var hann fýra túrar. Hann var ringur av sjóverki, og hóast hann eisini var á sild við Vesturhavinum Blíða og seinni við ymiskum farmaskipum
m. Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent, sigur hon. ##med2## Fyriskiparnir siga, at stevnan hevur gingið sera væl. – Hýrurin var góður í Nólsoy, eisini hóast tað hevði hug at sirma ein [...] mesta talið av stevnugestum í nógv ár. Tað sigur Ann-Mari av Skarði, høvuðsfyrireikari av ovastevnuni. – 6000 fólk er eisini rættiliga nógv, tá hugsað verður um at tað einans búgva 220 fólk í Nólsoy. Men [...] ein løtu leygarkvøldið. Fólk funnu saman í tjaldinum á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju, sigur Ann-Mari av Skarði, høvuðsfyrireikari. Fyriskiparnirnir vilja takka
fimm ára gomul. Mamma Gudun var Magdalena úr Dali, og pápin var Hans Andrias av Sandi. Tey vóru fýra systkin, harav Steintór Fagradal, sum var eitt kent navn í Sandoynni, var elstur. Síðan kom Gudrun tvey [...] øll árini. Hitt fyrsta árið var tað døgurðin fríggjakvøld, og síðan fekk eg ábyrgdina av morgunmatinum leygarmorgun. Tey yngru, sum hildu leingi á um náttina, hildu, at tað passaði betur, um tey kundu [...] at skipa fyri, og tað er við gleði, at eg havi hjálpt til øll hesi ár. Regatta er eitt sera hugnaligt tiltak í Hósvík, sum meginparturin av bygdini á ymiskan hátt stendur saman um. Tað sigur elsta fólk
Tað kann hava verið eitt starvsfólk á eini rannsóknarstovu í kinesiska býnum, Wuhan, sum var tann fyrsti sjúklingurin við koronu. Tað er niðurstøðan hjá ein altjóða serfrøðingarnevnd hjá alheima heils [...] stavar frá eini rannsóknarstovu í Kina, haðani tað hevur breitt seg. Men hinvegin halda tey, at tað er sannlíkt, at tann fyrsti sjúklingurin, sum fekk koronu, var eitt starvsfólk á eini rannsóknarstovu í Wuhan [...] koronu. Talan kann eisini vera um eitt starvsfólk á rannsóknarstovuni, sum er smittað av eini flogmús inni á sjálvari rannsóknarstovuni. Men tey leggja afturat, at tey hava ikki fingið nakað endaligt prógv
mær, nú skal man eisini gera tað í Føroyum. Landsstýrismaðurin var skuffaður, tí løgmaður ikki boðaði frá hesum í sínari røðu á Ólavsøku. Og tað sum er mest ræðandi er, at tað er fólk í Føroyum sum taka [...] arbeiði. Kanska ikki altíð hevur tað eydnast til fullnar, men væl og virðiliga góðtikið. Eg var í einum kjakið á fb herfyri um KVF, sum eg so mangan eri. Hetta var um tað mundi, Fólkafloksmaðurin Sólvit [...] KVF, var tí hatta (KVF) var ein Tjóðveldisreiður, og hann slapp ikki at føra tann journalistikk, hann metti vera umráðandi. Hesin pástandurin fekk vind í seglini við tað sama, og fleiri hildu at tað líktist
politiið hevði gyrt inni, var væl skipað, og hvør maður visti hvat hann skuldi gera. Hópin av línum við sóknaronglum vórðu lagdar út í sjógvin væl fyri, at grindin gjørdi landgongd. Tað tók átta minuttir [...] minuttir til drápið var liðugt. Einu 60 bátar vóru við í rakstrinum av teimum gott 60 hvalunum, sum vórðu funnir uttan fyri Mikladal. Grindin verður skift i dráps- og bátspartar. Seðlarnir koma út klokkan 6 í
dag, var stuttorðað, men í skrivinum er eingin ivi um, hvat tað er, sum ein stórur partur av fólkinum við Kaldbaksfjørð ynskir. Fyri einari tíð síðan sendi Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð eitt longri skriv [...] Tórshavnar býráð hesaferð lurtar eftir fólkinum við fjørðin. Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð heldur, at tað átti at havt størri týdning at samstarva og sameina Tórshavnar kommunu heldur enn at spjaða hana upp [...] havnarnevndin samtykkir at geva einum felag loyvi til at leggja eitt asfaltverk við Kaldbaksfjørð. Tað tykir, heldur felagið, at samtyktin eisini byggir á eina ófullfíggjaða viðgerð. Í drúgva skrivinum
at gjaldsportrið í Saksun er ólógligt. Hann er sannførdur um, at longri portrið stendur, verri verður tað at fáa tað niðurtikið og tað gongur ikki long tíð, so eru gjaldsportur fleiri aðra staðni eisini [...] dómum afturfyri. Jaspur Langgaard sigur, at tað er avgerandi, at portið, sum er ólógligt, verður tikið niður alt fyri eitt, og tað undrar hann heilt ótrúliga, at tað er sloppið at standa í tvey ár, uttan at [...] okkum. Tann rættin mugu og skulu vit hava, uttan at rinda fyri tað. Hann sigur, at fyri hvønn dag, sum gongur, verður tað verri at fáa tað saman og hann tekur als ikki undir við, at bíðað verður eftir til