Tað er nú greitt, at arbeiðið at gera tunnilin til Fámjins, verður seinkað, og sum tað nú liggur í kortunum, verður tunnilin seinkaður upp ímóti einum hálvum ári.
Í sambandi við arbeiðið, hevur Landsverk lýst eftir fyritøkum, sum vóru sinnaðar at átaka sær arbeiðið. Tað arbeiðið var liðugt – men síðani hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kolldømt tað arbeiðið, so nú skal alt ganga um aftur.
Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrismannin, hvat tað var, sum hendi og hví gongd ikki er komin á Fámjinstunnilin.
Jørgen Niclasen sigur, at í sambandi við, at Landsverk søkti eftir fyritøkum at gera arbeiðið, hevur hann fingið eina kæru frá J&k Petersen.
– Fíggjarmálaráðið hevur viðgjørt kæruna eftir vanligari mannagongd og í hesum sambandi hevur Landsverk eisini gjørt sínar viðmerkingar, men Landsverk hevur ikki mælt til at útseta málið, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at kæran snýr seg um, at Landsverk broytti tíðarfreistina fyri, nær umsókn um at verða undangóðkenning, skuldi verða inni. Upprunaliga skuldu fyritøkur, sum vildu sleppa upp í part at gera Fámjinstunnilin, melda til í seinasta lagi hósdagin 13. mai klokkan 14. Men tá ið Landsverk kom eftir, at tað var kristi himmalferðardagur, varð freistin longd til mánadagin eftir, tann 17. mai klokkan 9.
Hjá J&K Petersen ansaðu tey ikki eftir, at tað ikki bara er dagurin, sum er broyttur, men eisini klokkutíðin. J&K Petersen hevur víst á, at tíðarfreistin ikki bleiv víst líka týðiliga sum hon var fyrru ferð, og av misgáum sendu tey tískil umsóknina inn tveir tímar ov seint. Fíggjarmálaráðið er av teirri fatan, at J&K Petersen ikki hevur kunnað seg nóg væl um nýggju tíðarfreistirnar, og av tí sama var fyritøkan ov sein at lata umsóknina inn.
Hinvegin hevur nýggja freistásetingin hjá Landsverki elvt til misskiljingar, og hetta hevur víst seg at vera beinleiðis orsøk til, at J&K Petersen hevur latið umsóknina inn ov seint.
Samanumtikið heldur Fíggjarmálaráðið, at talan er um eina tíðarfreist, sum ikki er lógarásett, tí málið snýr seg um eina undangóðkenning, ið ikki er fevnd av lógini um útbjóðing.
At tíðarfreistin varð broytt, er beinleiðis orsøk til misskiljingina og hetta hevur við sær, at ein umsókn varð latin inn ov seint. Niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum er tískil at Landsverk er tann, sum skal taka avleiðingarnar fyri støðuna. Sostatt varð avgerðin hjá Landsverki ógildað og fíggjarmálaráðið heitti tí á Landsverk um at áseta eina nýggja tíðarfreist, har tað samstundis verður heitt á fyritøkur um at blíva undangóðkendar av nýggjum til at gera Fámjinstunnilin.
Tríggjar fyritøkur
Jørgen Niclasen sigur annars, at í fyrra umfarinum vóru tað tríggjar fyritøkur, sum hava bjóðað seg fram, sum hava bjóðað fram at gera Fámjinstunnilin, nevniliga MT Højgaard, NCC Føroyar, og ArtiCon.
Men nú alt skal ganga umaftur, hevur Landsverk lagt eina nýggja tíðrætlan. Eftir henni verður søkt eftir fyritøkum at gera Fámjinstunnilin nú í august. Eftir tað verður arbeiðið boðið út, og sambært Landsverki koma tilboðini inn síðst november. Tilboðini verða tá kannað og sáttmáli undirskrivaður. Landsverk væntar, at arbeiðið tekur tvey ár.
Jørgen Niclasen sigur, at hann fer at viðgera hesa tíðarætlan saman við Landsverk í teirri vón, at arbeiðið kann gerast skjótari. Royndirnar við fleiri tunlum eru, at arbeiðið er gjørt skjótari enn frammanundan mett, og tað er eisini ein møguleiki við Fámjinstunlinum.
Sambært KvF, er stjórin á Landsverki, Sigurd Lamhauge so ósamdur við landsstýrismannin, at hann hevur lagt málið fyri kamaradvokatin í Danmark, sum er advokatur hjá statinum. Hann sigur, at ein tíðarfreist er ein tíðarfreist sum skal haldast, og hann heldur, at tað máar álitið undan skipanini, at tíðarfreistir verða fluttar, tí at ein fyritøka lá sjóvarfallið av sær.