Mótmælisskrivið og tær 133 undirskriftirnar, sum Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð - áhugafelag fyri Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak - handaði borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, um middagsleitið í dag, var stuttorðað, men í skrivinum er eingin ivi um, hvat tað er, sum ein stórur partur av fólkinum við Kaldbaksfjørð ynskir.
Fyri einari tíð síðan sendi Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð eitt longri skriv til Tórshavnar kommunu og til býráðslimir, har tey meira ítøkiliga vísa á, hví tey ikki ynskja, at eitt asfaltverk er á Sundi yvirhøvur. Her sigur áhugafelagið í fyrsta lagi, at tey taka undir við Kaldbaksnevndini, sum sigur kortanei til asfaltverk á Sundi.
- Í asfaltframleiðslu eru krabbameinselvandi evni, eins og asfaltverk eru til ampa og lukta. Einans 300 metrar eru til bygdina á Sundi og 900 metrar til Kaldbaksbygd - frá ætlaða asfaltverkinum. Harumframt eru fleiri virki í teimum ovastu umhvørvisbólkunum við og oman fyri Kaldbaksfjørð. Vit vóna, at Tórshavnar býráð hesaferð lurtar eftir fólkinum við fjørðin.
Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð heldur, at tað átti at havt størri týdning at samstarva og sameina Tórshavnar kommunu heldur enn at spjaða hana upp aftur meira, sum tey taka til.
- Vit harmast um, at havnarnevndin í býráðnum samtykkir at leggja asfaltverk á grótkastinum á Sundi, áðrenn ein heildarætlan er gjørd fyri Sund, og áhugafelagið undrast eisini á, at havnarnevndin samtykkir at geva einum felag loyvi til at leggja eitt asfaltverk við Kaldbaksfjørð.
Tað tykir, heldur felagið, at samtyktin eisini byggir á eina ófullfíggjaða viðgerð. Í drúgva skrivinum siga tey seg vóna, at Tórshavnar býráð tekur støðu felagsins til eftirtektar - virðir nærdemokratiið og miðjar eftir at savna kommununa heldur enn at spjaða hana.
- Vit mæla til, at ein heildarætlan verður gjørd fyri Sund í samstarvi við Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð. Vit mæla eisini til, at lyftið hjá undanfarna býráði um eitt grønt vinnuøki og eina lund við brúgv niðan við Sundsá verður framt í verki, sigur felagið, sum er áhugafelag fyri Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak.
##med2##