- Tey ungu í bygdini eru so ófør at skipa fyri, og tað er við gleði, at eg havi hjálpt til øll hesi ár. Regatta er eitt sera hugnaligt tiltak í Hósvík, sum meginparturin av bygdini á ymiskan hátt stendur saman um.
Tað sigur elsta fólk í Hósvík, 91 ára gamla, Gudrun Joensen, sum flestu árini hevur skipað fyri morgunmatinum, sum Hósvíkar Róðrarfelag bjóðar regattafólkunum í morgin, leygardagin.
Hóast høga aldurin, er Gudrun sera væl fyri, og aftur hesaferð er tað morgunmaturin, sum liggur henni fremst í huganum á regatta, tó at hon eisini ætlar sær til døgurðan, sum verður í bygdarhúsinum í kvøld.
- Eg plagi eisini at ganga mær eina túr oman á bryggjuna, tá regattabátarnir koma til Hósvíkar, og tað ætli eg mær eisini at gera í dag, sigur fryntliga og óføra kvinnan, sum vit vitjaðu í Hósvík fyrr í hesi vikuni.
Veðrið er gott og lýtt, tá vit steðga í Hósvík. Fólk stákast kring um í bygdini við at snøgga og fríðka, og niðri á bryggjuni verður eisini riggað til.
Á bryggjuni verða ljósketur strektar og hongdar upp millum pelar og streyrar, nú bygdin í kvøld - fríggjakvøldið - enn einaferð verður karmur um eitt stórt regattatiltak, sum byrjar á Eiði og endar í Hósvík.
Stutt uppi og nakað norðarlaga í bygdini á Garðsendavegi 10 hoyrist ljóð frá einari sláimaskinu. Her stákast Gundrun Joensen, sum hevur røtur úr Sandoynni, men sum hevur búð í Hósvík í samfull 65 ár.
- Eg havi hjálpt til við regattatiltakinum øll árini. Hitt fyrsta árið var tað døgurðin fríggjakvøld, og síðan fekk eg ábyrgdina av morgunmatinum leygarmorgun. Tey yngru, sum hildu leingi á um náttina, hildu, at tað passaði betur, um tey kundu sleppa at sova eina løtu leygarmorgun.
Leygarmorgunin, tá alt regattafólkið kemur í bygdarhúsið til morgunmat, plagar Gudrun Joensen at møta í húsinum klokkan 06.45, og ofta verður klokkan 15, áðrenn alt er ruddað av.
Hóast høga aldurin er Gudrun sera væl fyri, og hon er virkin hvønn dag, bæði úti og inni. Hon er tíðliga á fótum og fer ikki til songar aftur fyrr enn klokkan 22 ella 23 - og onkuntíð nærkast klokkan midnátt.
- Jú, Guð havi lov, heilsan hevur verið góð, og tað eri eg sera takksom fyri. Eg havi høsn, og urtagarðurin skal røkjast, serliga um summarið. Um morgnarnar gangi eg mær ein túr, og eg geri døgurða hvønn einasta dag.
Døgurðin skal etast á middegi, og tað hendir meira enn so, at onkur kemur á gátt at eta saman við henni.
Tá hon ikki stákast uttan fyri, og hon er liðug at rudda av eftir døgurðan, situr hon gjarna og bindur.
- Eg plagi at leggja høvdið niðurat í ein lítlan tíma ella so, tá døgurðin er etin, og síðan heldur dagurin fram, til eg fari til songar aftur, sigur Gudrun Joensen, ið gjørdist faðirleys sum fimm ára gomul.
Mamma Gudun var Magdalena úr Dali, og pápin var Hans Andrias av Sandi. Tey vóru fýra systkin, harav Steintór Fagradal, sum var eitt kent navn í Sandoynni, var elstur. Síðan kom Gudrun tvey ár seinni, og Tórálvur 13 mánaðar seinni.
Einasta av systkjunum hjá Gudrun, sum er á lívi í dag, er 88 ára gamla, Borghild, sum var yngst, og hon býr á Strondum.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum í dag, er ein størri samrøða við Gudruna Joensen, sum eisini er mamma til eitt nú Gunnbjørn Joensen og Hans Andrias Kelduberg, sum flestu kenna úr Thor-samtakinum.
##med2##












