Dia Ellindsson farin 

Dia hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hann var tjóðskaparmaður um ein háls. 

 

Dia Ellindsson soleiðis, sum vit kendu hann - ofta við einum lítlum skálkabrosi.

Hin 6. august andaðist Andreas Ellindsson, vanliga róptur Dia, 73 ára gamal. Hann var ættaður úr Æðuvík, sonur Ellind og Súsonnu. 

 

Tá hann varð føddur, var hann ógvuliga sjúkur. Kortini var hann so mikið seigur, at hann kom undan. Dia var sjúkur frá barnsbeini av, og tað gekk rættiliga leingi, áðrenn tey funnu út av, hvat var galið. 

 

Umsíðir komu læknarnir eftir, at hann hevði hol í millumgøgnini, og á Ríkissjúkrahúsinum fekk hann stóra skurðviðgerð. 

 

Byrjanin til lívið var hørð, men eftir skurðviðgerðina gjørdist hann nógv betri fyri og kundi fara til arbeiðis. 

 

Longu sum 15 ára gamalur fór Dia at rógva út við Morging Star, og her var hann fýra túrar. Hann var ringur av sjóverki, og hóast hann eisini var á sild við Vesturhavinum Blíða og seinni við ymiskum farmaskipum og ferðamannaskipinum Tjaldrinum, slapp hann ongantíð av við sjóverkin. 

 

Dia hevði ymisk fyrifallandi arbeiði á landi, eisini millum túrar. Hann fekst við kommunalt arbeiði, og hann var hjá Landsverki, SEV og Bakkafrost á Glyvrum.

 

Seinasta arbeiðsplássið hjá honum var á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík. Har arbeiddi hann 11 ár út í eitt - frá miðskeiðis í áttatiárunum til miðskeiðis í nítiárunum. 

 

Øll árini starvaðist hann í køkinum sum hjálparfólk, og hetta dámdi honum sera væl. Hann segði mangan, at hetta var ein góð tíð. 

 

Dia gekk í barnaskúla í Æðuvík, men tá skúlin varð niðurlagdur síðst í fimtiárunum, flutti hann heim á Toftir at ganga í skúla. 

 

Sum ungur var hann á Føroya Fólkaháskúla, og seinni var hann eisini á einum háskúla á Jútlandi. Sjálvur segði Dia, at háskúlatíðin var ein ógvuliga góð tíð hjá honum. Um hetta mundið mintist hann serliga, tá sjómarkið varð flutt út á 12 fjórðingar á grækarismessu í 1964. 

 

Veturin 1977/1978 gekk hann á kokkaskúla í Klaksvík, og eitt stutt skifti gekk hann eisini á slaktaraskúla í Roskilde í Danmark. 

 

Men slaktari bleiv hann ongantíð. 

 

Dia hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hann var tjóðskaparmaður um ein háls. 

 

Í fleiri ár vóru Dia og Julia í Nólsoy par, og tað var ikki so sjáldan, at vit á Sosialinum høvdu vitjan av teimum báðum her inni á gólvinum - skemtingarsom og altíð við tí góða lagnum.

 

 

 

Dia Ellindsson soleiðis, sum vit kendu hann - ofta við einum lítlum skálkabrosi.