Illa umstrídda gjaldsportrið í Saksun skal takast niður, ongantíð ov skjótt. Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, var púra avgjørdur í sinum máli hendan dagin, Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.
Hann stúrir alvorliga fyri, at sleppur portrið at standa, fara vit at venja vit okkum við, at hetta ein nátúrligur partur av gerandisdegnum – og at tað er lógligt.
– Men hevur bóndin í Saksun loyvi til at taka møguleikan at fara oman á strondina, frá mær? spurdi Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Hann hevði sjálvur eitt svar upp á spurningin. Hann segði, at hann hevði tosað við Christian Andreasen, løgtingmann í Fólkaflokkinum, sum eisini er løgfrøðingur, og hansara niðurstøða er, at gjaldsportrið í Saksun er ólógligt.
Hann er sannførdur um, at longri portrið stendur, verri verður tað at fáa tað niðurtikið og tað gongur ikki long tíð, so eru gjaldsportur fleiri aðra staðni eisini. Men hann spyr, hvat hendir við okkum sum tjóð, tá ið vit ikki longur sleppa at njóta okkra náttúru, og tá ið vit ikki sleppa at vitja okkara náttúruperlur, uttan at rinda einum bónda í dýrum dómum afturfyri.
Jaspur Langgaard sigur, at tað er avgerandi, at portið, sum er ólógligt, verður tikið niður alt fyri eitt, og tað undrar hann heilt ótrúliga, at tað er sloppið at standa í tvey ár, uttan at nakað er hent.
Hann hevur einki ímóti, at bøndur taka pening fyri eina tænastu, teir veita fólki, men bóndin í Saksun skal ikki sleppa at taka rættin at fara út á Lónna, frá okkum. Tann rættin mugu og skulu vit hava, uttan at rinda fyri tað.
Hann sigur, at fyri hvønn dag, sum gongur, verður tað verri at fáa tað saman og hann tekur als ikki undir við, at bíðað verður eftir til alt málið um rættin hjá fólki at fara í hagan, verður avgreitt. Portrið í Saksun hevur einki við málið um gongd í haga at gera, tí tað er ólógligt sum er og tí skal tað vekk, sigur Jaspur Langgaard.
Hann sigur, at hetta er eitt lítið mál at loysa og tí heitti hann á partamannin, Helga Abrahamsen, landsstýrismann, sum umsitur økið, um at fáa tað niðurtikið.
– Hetta portrið er ikki bara eitt skendsil í náttúruni, tað er eisini ólógligt, staðfestir Jaspur Langgaard.
Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er als ikki samdur, tí vit hava eina lóg á økinum og ein løgfrøðilig niðurstøða hjá landsstýrismanninum sigur, at tað helst er ólógligt.
Men hann vísir á, at enn hevur eingin torað at roynt málið í Føroya Rætti. Verður málið lagt fyri rættin, høvdu vit fingið heilt greitt at vita um tað er ólógligt ella ikki og hann heldur, at Jaspur Langgaard átti at vara seg fyri at kalla privatfólk í Saksun fyri lógbrótarar.
Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at eftir hansara tykki skuldi portrið í Saksun verðið tikið niður, heldur í dag enn í morgin. Men hann er eisini sannførdur um, at portrið verður ikki tikið niður fyrr enn landsstýrið hevur avgreitt málið um gongd í haga og tí heitir hann á landsstýrið um at faa tað málið avgreitt.