Slapp ikki at koyra víðari

Tað byrjaði við einum bagatelli, men tað endaði heilt galið

Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein treylari koyrdi inni í Eysturoynni, á veg ímóti Streymoynni, við ongum bremsuljósi. Ein bilførari, sum koyrdi aftan fyri, boðaði løgregluni frá, tí hann mundi rent upp í reyvina á treylaranum.

 

Treylarin bremsaði fyri at seta ferðina niður, men tá ið einki bremsuljós lýsti, fekk bilførarin aftan fyri onga ávaring og tískil varnaðist hann ikki, at treylarin bremsaði fyrr enn í evstu løtu, so at hann sjálvur fekk bremsað og sostatt forða fyri, at hann rendi upp í reyvina á treylaranum.

 

Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið og fingu steðgað treylaranum. Men tá ið hann varð kannaður, var tað ikki bara bremsuljósið, tað var galið við. Treylarin vísti seg nevniliga at vera í so ringum standi, at løgreglan tók nummarplátuna av honum á staðið og bilførarin mátti so fáa sær annan fart til húsar. Og tað er ikki av óvart, at tað stendur, at løgreglan tók nummarplátuna, tí hann hevði nevniliga bara eina nummarplátu. Løgreglan sigur, at bilførarin stendur nú til at fáa bót fyri at koyra ein treylara, sum er í so ringum standi, sum hesin.