snellubátar eru har yviri. Summir teirra hava eisini landað í Íslandi. Men fleiri eru, sum ikki eru komnir yvir enn. Kaj Leo Johannesen, á fiskasøluni Farex, sigur, at upsaprísurin í dag er komin aftur í eina [...] í summar. Teir eru seks mans við. Jørgin Djurhuus, skipari, segði, tá vit høvdu hann í telefonini mikudagin, at hóast tað hevði viðrað vánaliga, hevði úrtøkan verið bara hampilig. »Vit fáa fyri breyð, [...] hvønn vegin. Umframt landing, tilrigging, og tað sum annars kemur til. Sum er, sigur Jørgin Djurhuus, eru bara einir 5 -6 tímar at sigla á fiskileið. Tá siglt varð heim hvønn túr, var neyðin ofta bakkdagarnir
Vit hava nevnt tað fleiri ferðir, og nú nevna vit tað eina ferð afturat: VB man vera liðið, sum hevur verið størsta vónbrotið í 1. deild higartil. Higartil er tað bert blivið til fýra stig ? trý móti ÍF [...] og eitt móti B36. Vágbingar hava verið norðan fyri fýra ferðir og tapt hvørjaferð. Sostatt eru øll stigini komin til høldar á heimavølli, har VB vanliga stendur seg væl, og tað fáa teir so aftur høvi til
Keypmannahavn ber eg ein dagin upp á mál við mína sveisisku sanglærarinnu Jolandu Rodio um hetta, at vit føroyingar áttu skaldskap á høgum stigi, og at tað hevði verið ynskiligt at funnið fram til okkurt [...] Hentze týddi okkum til danskt, fór Vagn til verka. Hetta var beint fyri summarfrí 1962, og longu komin aftur á konservatoriið eftir frítíðina kom Holmboe til mín við lidnum handriti til heftið, sum fekk [...] hesri serligu uppgávu helt hann fyri, at hann visti ikki hvussu ið var eydnast; men hann vónaði, at vit fóru at kunna brúka hetta sum okkara egna. Fór so til hús og settgi meg sspentur at spæla. Men løgin
Søgan hevur verið endurtikin til henda dag, men í veruleikanum er bert ein kelda. Báðar søgurnar eru skrivaðar av sama manni, blaðstjóranum á Føringatíðindum og skrivaranum hjá løgtingsnevndi, R.C. Effersøe [...] hevði sjóverjuskipið Hejmdal tikið nakrar trolarar við Ísland, stutt eftir at nýggj trolaralóg var komin í gildi har. Vanlig hugsan var hetta summarið, og hetta hevur verið endurtikið síðani, at her hevði [...] skarvin yvir. Teir flestu staðfestu, at tað vóru tvær yvirmaktir nú. Onnur ráddi á landi, hin á sjónum. Vit kenna hesa søguna, tí hon var hildin at vera stuttlig. Poengið er, at eitt hálvbýtt, sum var við, vil
háttaður og skipaður løgfrøðiliga og á annan hátt, eru vit ikki komin til enn. Endamálið við grunninum er, at allar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum eru á jøvnum føti, tá ið tær skulu í barnsburðarfarloyvi [...] koma vit inn á ein annan trupulleika. Vit eiga at vera sera varin við at áleggja virkjum og persónum fleiri byrðar. Sum nú er rinda vit øll til Arbeiðsloysistryggingina og hetta gjaldið hava vit øll vant [...] og onnur at mørk, at tað er alneyðugt, at ein slíkur grunnur verður settur á stovn. Hann er eisini komin í samgonguskjalið, har sagt verður, at virkast skal fyri, at barnsburðargrunnur verður settur á stovn
Prior var leikbannaður, og so var tað steinur oman á byrðu, at sentrali verjukendi miðvallarin, Djóni N. Joensen, noyddist at fara av vøllinum mest sum beinanvegin, tí hann koykti fótin illa. Harvið gjørdist [...] var tungur at lyfta eftir lyklaspælararnar. Ágrýtnir klaksvíkingar Tað er eyðsýnt, at klaksvíkingar eru sera væl fyri. Teir kunnu renna sólina svarta, og tá teir høvdu fótað sær og so at siga tunað liðið [...] Hansen, og tað var sjón fyri søgn, at kantspælarin hjá KÍ ikki var heilt raskur (hann var mest sum komin úr seingini og á vøllin). Jan Joensen var eyðsýndur í vinstru, og Rógvi Jacobsen hevði gott tak á
eitt nógv størri og nógv dýrari system. ? Eg havi fylgt við hvørji tøl eru drigin oftast, og burtur úr teimum 36 tølunum, sum oftast eru drigin seinastu tvey árini, valdi eg 25. Tey setti eg inn í eitt system [...] spæla við fyri at vinna, men tað er bert hjá teimum fægstu, at tað eydnast at vinna. Tí fregnast vit, um hann ætlar at halda fram við at spæla. ? Nei, nú haldi eg, at eg fari at gevast. Eg havi spælt [...] vinna, og eg trúgvi ikki uppá, at tað fer at eydnast enn einaferð. Tí haldi eg, at nú man tíðin vera komin at gevast, sigur millióningurin á Skála og flennir. Og hann kann gevast við góðari samvitsku. Hann
Sýningarnar verða fram til hálvan august. - Vit ætlaðu at vísa filmin síðsta summar, men fingu ikki loyvi. Tað hava vit so nú og í samráð við ferðafólk, hava vit valt mánadag at vísa hann, sigur Jákup Eli [...] Filmurin Barbara hjá Nils Malmros er komin aftur á skránna hjá Havnar Bio. Eftir ótaldar áheitanir frá ferðafólki síðsta summar og føroyingum annars, hevur Havnar Bio gjørt av at vísa filmin hvønn mánadag [...] fólki í biografarnar. Í Havn sóu 17.000 fólk filmin, í Klaksvík 3000 og á Strondum 2000. Ivaleyst eru tey fleiri, ið vilja síggja filmin enn eina ferð.
ikki sløkna; men ísterningurin vildi til jarðar fyri fyrst at líða og síðan doyggja fyri okkum. Um vit halda okkum til myndina frá fyrr av, so er Jesus ein stór frystiboks, sum kann innihalda allar ísterningar [...] gera, tað er at fara inn í frystiboksina meðan hon enn er opin. Sagt uppá ein annan máta: tað einasta vit kunnu gera sum menniskjur, er at yvirgeva okkum til Kristus. Hetta leiðir okkum til eitt annað: hvussu [...] roynir. Hebr. 11,1: Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Ein kann ikki hava álit á einum úttalilsi hjá einum persóni, uttan man er sannførdur um
heyst. Tey byrja 7. september og eru annaðhvørt týskvøld. Týsdagsdøgverðarnir byrja longu 24. august. Flestu vinningarnir frá bingolutaseðlunum í vár eru farnir. Tó eru tveir eftir á hesum báðum tølum: [...] num í summar. Framman fyri húsini eru menn farnir undir stórarbeiði. Tí nú hevur eina tíð verið roynt at seta partar av Vesterbro í stand aftur. Og nú er túruin komin til okkara grannalag. Síðani desember [...] rudda aftur framman fyri okkum út móti heysti. Vit royna á ymsan hátt at fáa alt at bera til kortini og hava gjøgnumført øll tiltøkini. Sigast má at gestirnir eru lagaligir og lata seg ikki órógva nógv av hesum