Vit hava nevnt tað fleiri ferðir, og nú nevna vit tað eina ferð afturat: VB man vera liðið, sum hevur verið størsta vónbrotið í 1. deild higartil. Higartil er tað bert blivið til fýra stig ? trý móti ÍF og eitt móti B36. Vágbingar hava verið norðan fyri fýra ferðir og tapt hvørjaferð. Sostatt eru øll stigini komin til høldar á heimavølli, har VB vanliga stendur seg væl, og tað fáa teir so aftur høvi til í morgin.
B71 vitjar á Eiðinum, og nú er kravið til VB aftur trý stig. Dan Djurhuus fekk reyða kortið í stevnudystinum í Runavík og er tískil leikbannaður í morgin, og hartil er Tórður Holm eitt sindur ivasamur, tí hann hevur keikt fótin. Men tvørámaðurin verður væntandi við kortini. Tað verður Elian Hansen neyvan, tí hann er framvegis sjúkur.
Fyrstu dystirnar í kappingini var B71 liðið rættiliga plágað av skaðum. Síðani sá út til at ganga rætta vegin, og til dystin móti ÍF vóru allir menn tøkir fyri fyrstu ferð. Men so er gingið hinvegin aftur, og B71 verður rættiliga skert í morgin.
Størsti saknurin verður ivaleyst í málverjanum Waldemar Nowicki. Móti B68 seinasta sunnudag fekk hann ein stoyt í nýrað, men spældi kortini allar 90 minuttirnar. Aftaná dystin, sum B68 vann 2-0, endaði hann á sjúkrahúsinum, har hann hevur ligið síðani!
B71 hevur ikki alt ov nógv fólk at taka av, og Hendrik Juul, sum fyrr hevur vart málið á besta B71 liðnum, er eisini skaddur. Væntandi stendur 3. deildarmálmaðurin Marner Tausen í búrinum í morgin.
Rúni í Soylu gongur í skúla, men hevur nú fingið summarfrí, og hósdagin fór hann til skips. Hann verður ikki við í morgin og neyvan móti HB heldur.
Hans Jørgen Djurhuus hevur leikbann eftir útvísingina á Svangaskarði, og Páll á Reynatúgvu fekk ein snudd í fótin undir venjing hóskvøldið. Men væntandi fer tjóðveldistingmaðurin hjá sandoyingum alíkavæl at røkja aftasta plássið á Eiðinum í morgin.