Hjá Janusi Uldall á Skála fer leygardagurin 19. juni framyvir altíð at standa sum ein heilt serligur dagur.
Ikki tí at hann giftist júst tann dagin, ella tí at hann fekk hús. Heldur ikki tí at hann tann dagin gjørdist pápi.
Nei, orsøkin er ein heilt onnur.
Um fimmtíðina leygardagin 19. juni var lottomaskinan í Danmark í ferð við at velja tølini fyri tann dagin, og so væl varð drigið, at tað bert gjørdist tann eini vinnarin.
Og vinnarin eitur Janus Uldall, sum býr á Skála, og nú eisini kann skriva millióningur á visitkortið, umframt tað, sum stóð har frammanundan.
? Eg trúði tí ikki tá og havi sera torført við at trúgva tí enn, sigur hepni skálamaðurin og leggur afturat:
? Eg ristist allur sum eg eri, og tað havi eg gjørt líka síðani eg fann út av at eg hevði røttu tølini, sigur Janus Uldall, og tað hoyrist um linjuna til Havnar, at hann hevur ilt við at fata, at eydnugudinnan hevur kastað sítt bjarta ljós á hann.
Mundi ikki spælt
Men tað var um tað lagið, at Janus ikki spældi við í Lotto hetta vikuskiftið.
Hann var í ørindum í Havn og var inni í SMS, men av tí at røðin í Horninum var so long, so tímdi hann ikki at stilla seg at bíða.
? Har var so øgiliga nógv fólk, so eg fór aftur í bilin í staðin. Men eg hugsaði um tað meðan eg sat í bilinum, um tað var rætt ella ikki. Tá eg steðgaði við ljóskurvina í Steinatúni, helt eg, at tað var býtt ikki at lata seðlarnar inn, so eg setti bilin og leyp inn í Kiosk Steinatún - tíbetur, sigur Janus.
Og nú vikuskiftið er farið afturum, er eingin ivi um, at tað hevði givið Janusi nógvar marrudreymar, um hann ikki hevði spælt við.
Gott avkast
Janus Uldall hevur spælt Lotto í fleiri ár, og altíð við einum systemi, sum hevði 16 ella 32 røð.
Hetta gav tó ikki so nógv, og tí avgjørdi hann fyri eini tíð síðani at royna eitt nógv størri og nógv dýrari system.
? Eg havi fylgt við hvørji tøl eru drigin oftast, og burtur úr teimum 36 tølunum, sum oftast eru drigin seinastu tvey árini, valdi eg 25. Tey setti eg inn í eitt system upp á 600 røð, og sum kostaði 1500 krónur, sigur Janus.
? Eg hevði gjørt av, at tað skuldi eg royna í trý vikuskifti, og hetta var tað triðja, leggur hann afturat.
Tað vil siga, at Janus tey seinastu trý vikuskiftini hevur brúkt 4.500 krónur til at spæla Lotto fyri.
Í flestu førum vildu fólk hildið mannin verið øran at brúka so nógvan pening til spæl, men tað er eitt sindur torført nú, tá hann hevur vunnið um 4 milliónir krónur.
Tí tað er ikki úr hvøjari veltu, at setið kemur knappar 900 ferðir uppaftur!
? Nú gevist eg
Tey allarflestu, sum spæla við í lottospælinum, spæla við fyri at vinna, men tað er bert hjá teimum fægstu, at tað eydnast at vinna.
Tí fregnast vit, um hann ætlar at halda fram við at spæla.
? Nei, nú haldi eg, at eg fari at gevast. Eg havi spælt við fyri at vinna, og eg trúgvi ikki uppá, at tað fer at eydnast enn einaferð. Tí haldi eg, at nú man tíðin vera komin at gevast, sigur millióningurin á Skála og flennir.
Og hann kann gevast við góðari samvitsku. Hann hevur tryggjað framtíð sína í hvussu er eina tíð fram!