tit megnaðu at yvirliva tað allar ringasta og bardu tykkum fram aftur til eitt gott lív saman. Og eydnuríka segði tú teg av sonnum at vera, aftaná at tit fingu tveir synir saman. Alt var gott. Góði Oddmar [...] útav og eldur kom í. Stutt eftir komu boðini um, at Guðrun var ímillum tey fýra sum doyðu. Ein syrgiligur veruleiki. Góða Guðrun, tað er við sorg og harmi og pinu í mínum hjarta, at eg fari at skriva eitt [...] yvir, at hon hevði tað gott og tók síni arbeiðstørn, sum tey komu. Positiv. Tað einasta keðiliga var, tá tey ikki fingu lent vegna veður, men tað var ikki so ofta. Har var Guðrun púra vís í, at fastir
Úrskurðurin sigur, at venjarin hevur ikki loyvi at vera saman við spælarunum í umklæðingarrúminum, og hann hevur heldur ikki loyvi at sita á útskiftingarbeinkinum. Tað ber ikki til at kæra avgerðina hjá [...] ikki loyvi at vera í nánd av illa stadda liði sínum, tá ið VB/Sumba fýra tær næstu ferðirnar fer at spæla í Formuladeildini. Tað er úrskurðurin, sum Aganevndin hjá FSF er komin til, eftir at Starvnevndin [...] in bað um, at málið varð tikið upp. Tað snýr seg um, at VB/Sumba venjarin, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda 2-1 á Vágseiði, fór inn á vøllin og langaði við knýttum neva til ein av spælarunum
Flestu flokkar ætla at senda fólk í Fólkatingið at hjálpa til at rigga av Ríkisfelagsskapin og samstarvið, ið hevur avgerandi týdning fyri búskaparligan stabilitet, tryggleika og vælferð í Føroyum. Summir [...] aðrir. Fleiri munnu vera hørm um, at Javnaðarflokkurin í sjónvarpinum týskvøldið váttaði, at heldur ikki hann er sinnaður at strika fastfrystingina av Ríkisveitingini. Eftir stendur, at Sambandsflokkurin [...] einasta trygd hjá føroyingum, ið ynskja stabilitet, tryggleika og vælferð. Hetta er vert at hava í huganum, tá ið tú skalt seta krossin. Gott val.
kent enn. ? So, tað kann eg einki siga um í løtuni, sigur reiðarin. P/F Beta eigur skipini, Gorp og Skráp, Munk og Skúgv, Trast og Skarv og Havhest og Græling, sum øll eru í vinnu. [...] í nøgd og veiðivirði síðsta ár vóru skipini, Gorpur og Skrápur, sum ávikavist Ólavur Samuelsen á Toftum og Kjartan Egholm á Eiði føra. Skipini partrola. Teir fiskaðu millum 3.100 og 3.200 tons og seldu [...] átt virðislønina ? og fingu teir hana eisini. ? Men so tætt var millum skipini, at tá ið endaliga uppgerðin varð gjørd beint áðrenn samkomuna, vísti tað seg, at eitt annað par, Munkur og Skúgvur, høvdu eitt
møti. ?Og so stendur tað til tingið at gera av, hvussu stór lønarhækkingin skal vera. Heldur tingið, at tað er hóskandi við eini lønarhækking uppá 3%, verður tað so. Heldur tingið hinvegin, at ein lønarhækking [...] rímilig, verður tað so. ? Men tingið skal bara gera sær greitt, at við teirri avgerð, sum tað tekur, fer tað at leggja støðið fyri teimum sáttmálasamráðingum, sum verða í vár. Og metir tingið, at ein lønarglíðing [...] hasum støðinum, so er bara at samtykkja eina munandi lønarhækking. Og Karsten Hansen leggur afturat, at avgerðin, sum tingið fer at taka, um tað kemur hartil við Brimli, fer at geva honum sjálvum eina greiða
frá venjing hóskvøldið, og tað einasta, sum bar til at staðfesta, var at skaðastøðan er óbroytt. Tað vil siga, at Bárður Johannesen og Hans á Lag framvegis ikki eru tøkir, men at venjarin í aðrar mátar [...] talan fyrst og fremst um eina fína styrkisroynd, eins og vit kunnu brúka dystin til at koma víðari uppá. Hjá okkum ræður snøgt sagt um at fáa nakað positivt burturúr dystinum og ikki minst at fáa spæligleðina [...] lut í dystinum. Tórshavn og Reykjavík eru vinarbýir, og tí fer Býráðið eftir dystin at hava okkurt ábit fyri leikarunum hjá bæði HB og KR, og verður hetta í Listaskálanum.
eina góða kenslu av at tað er gott at vera Føroyingur. Úrslitið er komið av dirvi, ágrýtni, treysti og at tú trýr uppá teg sjálvan og á egnan mátt og megi. Vit Føroyingar kunna, hóast tað er »against all odds« [...] sanniliga gott fólk í góðum landi. Hesi fólk og nógv við teimum, kend sum ókend, eru framtíðar álitið hjá hesari Tjóð. Ein vildi ynskt at hesi avrik gera at fleiri ungfólk í álvara fara at hugsa og at hava [...] Og tó, var hetta so óvæntað kortini? Eg haldi at tað lá í luftini at nú var dagurin komin, yes sir! Tíðin er farin við vánaligari konditión, nervum og klossaríið. Tú kundi seta teg uppaftur á og njóta
r fingu at vita, at skipið verður 35 metrar langt, 11 metrar breitt, tekur 90 ferðafólk um veturin og 170 um summarið, umframt at pláss verður fyri 10-12 persónbilum ella tveimum lastbilum og fimm smærri [...] í gjár, og av tí, sum kom fram har, helt hann sumt vera gott og annað meira ógreitt. Hilmar Jan Hansen hevur tosað við Jákup av Skarði, sum sat í upprunaliga arbeiðsbólkinum, ið arbeiddi við at fáa nýggja [...] Nólsoyarfergu. Tað er navnframa skipsverkfrøðingafyritøkan, Knud E. Hansen A/S, sum hevur teknað nýggja skipið, og um mánaðarskiftið verður arbeiðið at smíða tað, boðið út á europeiska marknaðinum, og freistin
ítróttarliga og fíggjarliga – og tað kann vera, at spælskipanin í dag fer at vera soleiðis, at tað fer at verða lagdur stórur dentur á verjuspælið, sum higartil er eydnast so mikið væl, at bara eitt mál [...] farið ígjøgnum. Men tað fer einki at verða spart í dag. Nú snýr tað seg um at vinna trý stig ímóti HB, sum hevur alt at vinna, eftir at fyrsti triðingurin var so soltin. Tølini siga, at tað gongur javnt á, [...] sigrinum í Runavík, men tað verður roknað við, at hann er førur fyri aftur í dag at vera millum teir fyrstu ellivu. Hjá KÍ er Jonn Johannesen skaddur, og tað er ivasamt, hvussu tað verður við lyklaspælarunum
aftur og aftur sagt, at hann heldur liðið vera nóg gott at spæla í bestu deildini. Nú eru fyritreytirnar uppaftur betri. Kári Nielsen, sum er fluttur úr HB og út á Argir, er nýggjur á miðvøllinum, og Dmitrije [...] argjamonnum. Soleiðis var tað leingi, men nú er tað koppað á. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur AB vunnið stig, og síðsta sunnudag bar heimasigurin á TB við sær, at AB flutti av aftasta plássinum [...] minnast tey væl, hvussu tað gekk, tá ið NSÍ 19. apríl vitjaði. Ta ferðina skoraði Klæmint A. Olsen NSÍ sigursmálið til 3-2 við síðsta sparkinum í dystinum. Tað var góð staðfesting av, at marginalirnir tá