Á Argjum minnast tey væl, hvussu tað gekk, tá ið NSÍ 19. apríl vitjaði. Ta ferðina skoraði Klæmint A. Olsen NSÍ sigursmálið til 3-2 við síðsta sparkinum í dystinum. Tað var góð staðfesting av, at marginalirnir tá ikki vóru við argjamonnum. Soleiðis var tað leingi, men nú er tað koppað á. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur AB vunnið stig, og síðsta sunnudag bar heimasigurin á TB við sær, at AB flutti av aftasta plássinum.
AB venjarin Sámal Erik Hentze hevur aftur og aftur sagt, at hann heldur liðið vera nóg gott at spæla í bestu deildini. Nú eru fyritreytirnar uppaftur betri. Kári Nielsen, sum er fluttur úr HB og út á Argir, er nýggjur á miðvøllinum, og Dmitrije Jankovic er nýggjur í miðverjuni. Í kvøld er vongverjin í høgru, Leivur Holm Joensen, leikbannaður.
Ferðin á Argir verður tann síðsta hjá NSÍ við Abrahami Løkin við róðrið. Hann gevst at vera venjari í kvøld. Løkin navnið hvørvur tó ikki úr felagnum. Karl Løkin, sum var við fyrsta partin av kappingarárinum, áðrenn hann fór til Íslands at royna seg, er aftur í Runavík, og hann verður á verjukendum miðvallarplássi í kvøld. Jann Martin Mortensen var ikki við ímóti B36 í Gundadali síðsta leygardag. Hann er tøkur aftur.
AB - NSÍ, Ransin N. Djurhuus
í kvøld kl. 19.30