Nólsoyingar eru fegnir um, at nýggja Nólsoyarfergan langt um leingi er í eygsjón, nú myndugleikarnir hava fingið skipið teknað og hava verið úti í Nólsoy og kunnað um ferguna.
Hesin kunnandi fundurin var í Royndarhúsinum í gjárkvøldið, har nólsoyingar fingu at vita, at skipið verður 35 metrar langt, 11 metrar breitt, tekur 90 ferðafólk um veturin og 170 um summarið, umframt at pláss verður fyri 10-12 persónbilum ella tveimum lastbilum og fimm smærri bilum.
Jákup av Skarði, sum sat í upprunaliga arbeiðsbólkinum, var ein av áhoyrarunum á kunnandi fundinum í gjár, og av tí, sum kom fram har, helt hann sumt vera gott og annað meira ógreitt.
Hilmar Jan Hansen hevur tosað við Jákup av Skarði, sum sat í upprunaliga arbeiðsbólkinum, ið arbeiddi við at fáa nýggja Nólsoyarfergu.
Tað er navnframa skipsverkfrøðingafyritøkan, Knud E. Hansen A/S, sum hevur teknað nýggja skipið, og um mánaðarskiftið verður arbeiðið at smíða tað, boðið út á europeiska marknaðinum, og freistin at lata inn tilboð verður umleið átta vikur.










