Tú veitst hvar tú hevur Sambandsflokkin

Valstríðið í Kringvarpinum vísir týðiliga, at Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum tú kanst líta á fer at verja stabilitetin, vælferðina og fyrimunirnar, sum samstarvið í Ríkinum gevur.

Niðurstøðan eftir valstríðið er greið.
Flestu flokkar ætla at senda fólk í Fólkatingið at hjálpa til at rigga av Ríkisfelagsskapin og samstarvið, ið hevur avgerandi týdning fyri búskaparligan stabilitet, tryggleika og vælferð í Føroyum.
Summir meira enn aðrir.
Fleiri munnu vera hørm um, at Javnaðarflokkurin í sjónvarpinum týskvøldið váttaði, at heldur ikki hann er sinnaður at strika fastfrystingina av Ríkisveitingini.
Eftir stendur, at Sambandsflokkurin er einasta trygd hjá føroyingum, ið ynskja stabilitet, tryggleika og vælferð.
Hetta er vert at hava í huganum, tá ið tú skalt seta krossin.
Gott val.