Venjaran skal halda seg burtur í fýra dystum

Venjarin hjá VB/Sumba hevur ikki loyvi at vera í nánd av illa stadda liði sínum, tá ið VB/Sumba fýra tær næstu ferðirnar fer at spæla í Formuladeildini. Tað er úrskurðurin, sum Aganevndin hjá FSF er komin til, eftir at Starvnevndin bað um, at málið varð tikið upp. Tað snýr seg um, at VB/Sumba venjarin, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda 2-1 á Vágseiði, fór inn á vøllin og langaði við knýttum neva til ein av spælarunum hjá EB/Streymi, sum var staddur á vøllinum skamt frá útskiftingarøkinum hjá VB/Sumba.

Úrskurðurin sigur, at venjarin hevur ikki loyvi at vera saman við spælarunum í umklæðingarrúminum, og hann hevur heldur ikki loyvi at sita á útskiftingarbeinkinum.

Tað ber ikki til at kæra avgerðina hjá aganevndini til yvirkærunevndina.

VB/Sumba fer sunnudagin at spæla á útivølli ímóti HB, so á heimavølli ímóti B71, á heimavølli ímóti Skála og á útivølli ímóti EB/Streymi.