Karsten Hansen við at geva skarvin yvir í ósemjuni um Brimil

? Møguleikarnir fyri at finna semju eru nú av álvara við at vera troyttir. Men ein endi má finnast á ósemjuni, so nú nærkast tíðin skjótt, har málið verður lagt fyri Løgtingið, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

 

?Nú skal ikki nógv til afturat, áðrenn ósemjan um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum Brimli, verður løgd fyri Løgtingið at taka støðu til.

Eftir at seinasta semingsroyndin miseydnaðist týsdagin, ásannar Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at møguleikarnir fyri at finna semju eru av álvara við at vera troyttir.

Hann sigur, at enn er tó einki avgjørt um at leggja málið fyri tingið. Málið skal umrøðast á landsstýrisfundi ein av fyrstu døgunum, og eftir tað verður støða tikin til, hvussu farast skal fram hiðani frá.

Á seinastu semingsroyndini týsdagin, legði fíggjarmálastýrið eitt uppskot fyri manningafeløgini, sum tey vrakaðu.

Men Karsten Hansen heldur kortini ikki, at afturvísingin hjá manningarfeløgunum var púra avgjørd og treytaleys og tí kann tað kortini vera, at okkurt vísir seg, tá ið svarið er kannað gjølligari.

Hann heldur, at vit skulu aldrin siga aldrin. Men tað skilst kortini á honum, at innast inni trýr hann sjálvur ikki serliga nógv uppá tann møguleikan longur.

Í veruleikanum hevur talan ongantíð verið um samráðingar. Krøvini frá manningafeløgunum hava verið treytaleys og tey hava ikki viljað flutt seg ein tumma.

? Hinvegin hevur fíggjarmálastýrið flutt seg rættiliga langt. Tí hevur støðan verið heilt, heilt óvanlig og undir slíkum umstøðum ber næstan ikki til at semjast, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at á fyrsta samráðingarfundinum løgdu manningafeløgini síni krøv fram, og síðani settu tey seg upp afturá og hava heilt einfalt ikki vilja samráðst.

?Men eg havi boðað greitt frá, at stendur tað til mín, verða lønarkrøv uppá upp á yvir 40% ikki gingin á møti í einum høggi ? og so slett ikki mitt í einum sáttmálaskeiði.

Karsten Hansen sigur, at tað hevði verið tað besta, um hendan ósemjan kundi verðið loyst við samráðingum.

? Men tá ið annar parturin hevur víst, at hann yvirhøvur ikki vil samráðast, mugu vit ásanna, at tíðin nú er nú við at nærkast, har Løgtingið verður noytt til at avgreiða spurningin. Tí málið skal so loysast og nú er tað nógv sum bendir á, at tað ikki ber til at finna eina samráðingarloysn.

Karsten Hansen sigur, at hann virðir samráðingarrættin hjá hjá arbeiðsmarknaðinum.

? Men tá ið feløgini, sum tvíhalda um hendan samráðingarrættin, ikki vilja samráðast, hava vit ein trupulleika.


Stúrir ikki

Fakfeløgini hava lovað ilt, um málið verður lagt fyri tingið. Stúrir tú ikki fyri avleiðingunum, um málið verður lagt fyri tingið?

?Nei, tað geri eg ikki. Fakfeløgini fara skeiv, um tey halda, at tey kunnu seta órímilig krøv og so seta seg í djúpa stól at bíða, til vit hava gingið krøvunum á møti.

?Verður málið lagt fyri tingið, verður tað tingið, sum leggur støðið.

?Eg kann ikki annað enn leggja eitt uppskot fyri tingið. Men tað verður eitt uppskot, sum sum er búskaparliga forsvarligt og ikki eitt uppskot, sum gongur feløgunum á møti.

?Og so stendur tað til tingið at gera av, hvussu stór lønarhækkingin skal vera. Heldur tingið, at tað er hóskandi við eini lønarhækking uppá 3%, verður tað so. Heldur tingið hinvegin, at ein lønarhækking uppá 40% er rímilig, verður tað so.

? Men tingið skal bara gera sær greitt, at við teirri avgerð, sum tað tekur, fer tað at leggja støðið fyri teimum sáttmálasamráðingum, sum verða í vár. Og metir tingið, at ein lønarglíðing á hasum støðinum, so er bara at samtykkja eina munandi lønarhækking.

Og Karsten Hansen leggur afturat, at avgerðin, sum tingið fer at taka, um tað kemur hartil við Brimli, fer at geva honum sjálvum eina greiða ábending um, hvør linja skal leggjast í lønarsamráðingunum, sum vera í vár.