Tøknifyritøkan Apple kom í dag við eini røð av nýggjum vørum, eitt nú eina nýggja iPhone Air, sum er munandi tynri enn undanfarnar telefonir frá fyritøkuni. Nýggja iPhone er 5,6 millimetrar tunn. Hetta [...] kemur næsta ár, sum helst verða telefonir sum kunnu foldast. Tey mugu gera tær sera tunnar, um tær skulu kunna foldst, og tað er tað, sum iPhone Air peikar ímóti, sigur blaðstjórin. Hinvegin setur tunna [...] sum ein av nýggju funkunum. Hetta merkir, at meðan tú sigur okkurt, kanst tú fáa tað týtt. Um tvey fólk sita yvirav hvørjum øðrum og tosa á ymiskum málum, so týða Airpods Pro 3, meðan hin sigur okkurt.
og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Vit skulu sostatt hava eina lýsing av støðuni beint nú í okkara samfelag ? ein status, og síðan skulu vit hava eina frágreiðing um tað, sum landsstýrið ætlar [...] meðan kreppan herjaði, tí tá var tað tvingandi neyðugt, men nú verða tey framhaldandi hildin niðri, tí politiska ætlanin um fullveldið her og nú er ikki foreiniligt við eitt vælvirkandi almanna-, heilsu- [...] nevniliga fólkatryggingin. Fiskidagarnir skulu gerast alt meira umsetiligir, soleiðis at kapitalurin einsamallur skal umsita fólksins ognir. Frískúlar skulu setast á stovn, og fólkaskúlin fær ikki tær
hinum starvsfólkinum á skúlanum tekur allar avgerðir. Tey eru fýra fólk 2 pedagogar og 2 lærarar, ið eru um børnini alla tíðina, børnini skulu kenna seg trygg, og hava tey somu vaksnu rundan um seg. Styrkir [...] til skips 14 ára gamal, tá føldi eg, at eg var verdur. Eg treivst ikki serliga væl í skúlanum. Fólk skulu vita, at tey duga okkurt, og tað er tað, sum eg vil hava mínar næmingar at føla, akkurát sum eg [...] greiðir Ingvald frá yvir nýbryggjaða kaffi. - Tá okkara næmingar hava føðingardag fáa teir gávur, eitt nú fløgur og spøl. Tá onkur doyr í familjuni sendir skúlin ein krans, hetta er alt við til at vísa næminginum
sovorðin fólk brúka bíbliuna til at rættvísgera sín sjúka hevndarhuga og geva øðrum fatan av, at tey eru noydd at hava hesar sannføringar fyri at liva í tráð við Guds orð. Hvussu langt skulu slík fólk sleppa [...] harvið tær fyrstu at boða gleðiboðskapin, so vit eru neyvan tey røttu at gera av, um tær eisini skulu sleppa tað nú. - Eygleiðir tú teir bibliutrúgvu fundamentalistarnar eitt sindur, vísir tað seg skjótt, at [...] vit beint nú gera av at læsa dyrnar fyri øðrum. Tað fara altíð at vera menniskju, sum mugu flýggja úr sínum egna landi av náttúruvanlukkum, kríggi ella av øðrum orsøkum. Tað, sum vit gera beint nú, er at
Kristina Háfoss, løgtingkvinna fyri Tjóðveldi hevur nú sett løgmanni níggju spurningar í sambandi við manglandi innlit í sáttmálan, sum landsstýrið gjørdi við CIP um gerð av Skálafjarðartunlinum. Talan [...] privatum feløgum og ráðgevum uttanfyri egna fyrisiting? 3. Ætlar løgmaður at landsstýrisfólk framyvir skulu senda niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá øðrum aðalráðum og hjá uttanhýsis [...] nær og í samband við hvat mál? 5. Metir løgmaður, at Løgmansskrivstovan og Fíggjarmálaráðið hava fólk við neyðugum førleikum til at umsita sambært innlitslóg landsins? Um ja, hví avgreiða starvsfólk í
at sjálvt tvey ár eftir lekan søgdu fólk, at tey enn luktaðu olju úr tónum, sum hon var noydd at selja til niðursettan prís. Eingin hjálp frá Tryggingarfelagnum Nú er vøran komin aftur í handilin, men [...] men verður hvaðna drúgvari at seta vøruna upp á pláss aftur. - Fólk frá tryggingini arbeiddu í fimm dagar við at pakka vøruna. Hvussu skulu vit, eg eri farin um tey 70, starvsfelagin um tey 80, megna hetta [...] selja vøru, sum eg ikki eri vís í er heilt í lagi, fyri fullan prís, sigur hon. Trupulleikin er, at sum nú er, berur hon sjálv tapið. - Eg veit ikki, um teirra nøs er betri enn aðrar nasar, men eg fái so einki
Tí tað, sum hendir, tá fólk uppliva ógvusliga møði – likamliga ella sálarliga – er, at heilin mælir okkum til antin at ”flýggja” ella at ”stríðast”. Tá hetta hendir, verða eitt nú leysgivin stórar mongdir [...] um vit kunnu rópa tað so? Jú, tað kann hjartasorg, vanlukkur og ymiskir sálarligir stoytir. Vit skulu minnast til, at hjarta er altíð ein partur av okkum. Tað er ikki ”krøkt” úr restini av likaminum og [...] verið óhugsandi í læknafrøðiligum samanhangi, at sinnið kann taka lívið av okkum, men soleiðis er tað nú einaferð. Vitanin um hjartað er vorðin so viðurkend, at henda líðing í dag ikki bara hevur fingið eitt
út í øllum førum. Donald Trump royndi at sannføra fólk um at Hillary Clinton var kriminell og enn eitt forsetavalevni, ið bert umboðaði tað sama, ið fólk eru blivin so troytt av. Enn er ikki staðfest um [...] Amerikanska forsetavalið verður um lítið meir enn eina viku. 8. november skulu amerikanarar í valhølini at velja. Tað eru onnur enn bert Donal Trump og Hillary Clinton, sum bjóða seg fram, men tað verður [...] nar og senda teir út, fyri at órógva amerikanska valið, sigur Tóri Højgaard. Nýggja teldupostgølan Nú eru nýggir teldupostar komnir undan kavi, ið ikki vórðu kannaðir av FBI í fyrsta umfarið. Hesir kunnu
at møtast og spæla inn, samstundis sum vit eisini skulu laga okkum í mun til Chief One og onnur fólk. – Seinasta mánaðin hava vit tó vant hvønn dag, og nú er hetta eisini fulltíðar arbeiði hjá okkum, siga [...] fløgan, vit nú geva út, er meira optimistisk enn tann seinasta. Meira vaksin, heldur Hans Edward. Røkka langt Uttan mun til aldursbólkar, so kemur Revolt at venda seg til nógv fleiri fólk, enn undanfarnu [...] kring Danmark. – Vit spæla mest fríggjakvøld og leygarkvøld. Hetta er nakað, vit kunnu avgera sjálvir, nú vit eru vorðnir stórir í Danmark, greiða teir frá. Tað er annars púra vanligt, at bólkar spæla konsertir
verið víst á, at bilførarar skulu parkera uttanfyri býin og so koyra ímillum miðbý og bil í Bussleiðini, sum er ókeypis. Men boðskapurin slær ikki ordiliga ígjøgnum og støðan er nú tann, at bæði politikarar [...] hesum døgum er til viðgerðar í Tórshavnar Býráði fyri at bøta um parkeringsviðurskiftini í miðbýnum. Fólk hava leingi illneitast inn á tey vánaligu parkeringsviðurskiftini í miðbýnum í Havn. Og hesi seinastu [...] er alt ov deydligur, fyri ikki at siga steindeyður, halda nógvir politikarar. 100 nýggj P-pláss Og nú ætlar Tórshavnar Býráð sær av álvara at seta skjøtul á arbeiðið at bøta um parkeringsviðurskiftini